Byrial gevst at spæla fótbólt

Hóast hann bert er 30 ára gamal, setir Johan Byrial Hansen nú gaggurnar á hillina. Í gjár spældi hann seinasta heimadystin fyri AC Horsens. Hann var liðformaður og var við til at vinna knúsandi sigur á Brøndby


30 ára gamli Johan Byrial Hansen gevst at spæla fótbólt. Tá ið sáttmálin við danska superligafelagið AC Horsens gongur út í næstum, setir Johan gaggurnar á hillina, og har verða tær standandi fyri well.
- Eg havi hugsað um hetta í longri tíð, og fyrr í vár tók eg avgerðina. Eg havi brúkt nógv tíð til fótbóltin, og tað fer bara meira og meira tíð til fótbólt. Tað gongur út yvir familjuna og arbeiðið, og nú haldi eg, at eg skal geva teimum nakað aftur fyri at hava verið so tolin móti mær, sigur Johan Byrial Hansen, sum hevur spælt 15 landsdystir fyri Føroyar.
- Eg havi ein lítlan son, og eitt barn afturat er í væntu. Harafturat eru nýggjar avbjóðingar fyri framman í arbeiðnum, og hetta hevur so alt við sær, at eg frameftir vil brúka meira tíð til familjuna og arbeiði, og so má fótbólturin lúta, sigur hann.
 
Framúr endi
Johan Byrial Hansen kom á føroyska fótbóltslandsliðið í 2000, og hann spældi javnan við liðnum fram til í fjør. Johan hevur verið stuðulsspælari hjá AC Horsens í fleiri ár, og felagið hevur eisini boðið honum nýggjan sáttmála. Seinasta árið hevur Horsens spælt í superliguni, og har hevur tað gingið heilt væl hjá liðnum, sum langt síðani hevur tryggjað sær eitt ár afturat í bestu deildini.
Í gjár spældi Johan sín dyst nummar 205 fyri AC Horsens, og í dagens anledning var hann liðformaður á liðnum. Og tað var vorðið sum dagur, tí AC Horsens vann knúsandi 4-1 sigur á Brøndby og avgjørdi harvið stríðið um danska meistaraheitið.
- Tað kundi ikki verið ein betur dagur at spæla seinasta dystin á heimavølli, og eg eri sjálvandi keddur um, at eg nú skal gevast. Men avgerðin er tikin, og tað er altíð stuttligari at gevast á toppinum, sigur Johan Byrial Hansen eftir søta sigurin á Brøndby.
Ætlar tú tær als ikki at spæla fótbólt aftur?
- Næsta hálva árið fari eg so einki at gera við fótbólt, og eg rokni ikki við, at verður lætt at koma afturíaftur eftir tað. Men eg rokni nú heldur ikki við, at tað verður aktuelt.