Blái krossur er farin í holt við eina nýggja verkætlan, sum kallast “Børn okkara – tilvitað foreldur”. Sjúrður Johannesen er settur í starv hjá Blákross, og hann stendur fyri hesari verkætlanini.
Verkætlanin er eitt norskt konsept, sum Blái Krossur í Føroyum hevur tikið til sín. Tey byrjaðu uppá hetta her í einum norskum viðgerðarstovni, og úrslitini hava verið góð.
Verkætlanin snýr seg um, at fólk skulu læra ígjøgnum skeið, har ið Sjúrður Johannesen undirvísir. Tey granska í fyribyrging, og hvussu børnini kunnu haldast burtur frá rúsdrekka.
Sløkt eldar
Sjúrður Johannesen hevur drúgvar royndir innan yrkið. Hann hevur arbeitt sum sosialráðgevi hjá Tórshavnar Kommunu.
- Eg havi 16 ára royndir við at sløkkja eldar. Tað vil siga, at eg havi tikið hond um fólk, sum longu eru komin í trupulleikar. Í hesum starvinum skal eg fyribyrgja, at eldur kemur í lívið hjá fólki, sigur Sjúrður.
Hann fegnast um hetta tiltakið hjá Bláa Krossi. Blái Krossur ger hetta í samstarv við kommunur. Sum nú er hava teir samstarv við Klaksvíkar Kommunu og Vesturkommunu.
- Tað er flott, at kommunur taka stig til fyribyrgjandi arbeiði. Eg eri vísur í, at tað fer at løna seg aftur. Tað er sera framsíggið av teimum. Eg rokni við, at aðrar kommunur eisini koma uppí hesa verkætlan.
Í Klaksvík hevur Sjúrður havt sera góð upplivilsir við verkætlanini. Borgarstjórin Steinbjørn O. Jacobsen er sera positivur og klárur til at samstarva.
Fær góða sjálvbodna hjálp
Í Vágum er eitt stórt arbeiðsøki hjá Sjúrða. Allar tríggjar stóru bygdirnar í Vágum eru við í samstarvinum. Sjúrður hevur foreldrafundir, har ið tey tosað um, hvussu børnini verða vard best. Tey hava stovnað tveir arbeiðsbólkar, sum eru við í verkætlanini. Tað eru 8 fólk í hvørjum bólki. Øll hava onkrar førleikar, sum eru viðkomandi, tá ið arbeitt verður við børnum. Har eru lærarar, pedagogar, ítróttarvenjarar, andaligir leiðarar, og politikarar. Soleiðis umboða øll eitt øki í arbeiðinum við teimum ungu.
- Hendan verkætlanin hevði ikki borið seg uttan alla sjálvbodnu hjálpina, sum vit fáa. Tað er heilt fantastiskt, sum tey ganga uppí tað. Tey eru sera engagerað, sigur Sjúrður.
Ætlanin hjá teimum er ikki einans at hava foreldrafundir og fyrilestrar.
- Vit ætla eisini at skipa fyri størri tiltøkum. Ætlanin er at stovna eitt virkishús í Vágum, har ið tey ungu kunnu ferðast trygt í einum royk – og rúsfríum umhvørvi. Eisini hava vit ætlanir um at fáa náttarravnavirksemi í Vágum. Eitt tílíkt umhvørvi kann vera eitt gott alternativ til tað umhvørvið, sum nógv av teimum ungu ferðast í nú. Tað er skjótt, at tey enda í rúsevnismisnýtslu.
- Okkara uppgáva er at gera foreldur varug við trupulleikan, tí at tað eru tey, sum veruliga kunnu gera nakað við trupulleikan, sigur Sjúrður.
Blái Krossur stovnar nýggja útbúgving
Verkætlanin “Børn okkara – tilvitað foreldur” hevur gjørt trý ára avtalu við kommunurnar. Tað er løgd ein fíggjarætlan, sum greitt sigur, hvussu nógv hvør skal gjalda. Kommunurnar gjalda fyri fyrilestrarnar, sum Sjúrður heldur. Annars verður hann løntur av Bláa Krossi. Nevndarlimirnir í arbeiðsbólkunum fáa nevndarløn.
- Tað krevjast pengar til eina slíka verkætlan. Nevndarlimirnir fáa løn, og eg fái løn. Nú á døgum mugu fólk fáa løn, um tey skulu ganga uppí eina verkætlan, sigur Sjúrður.
Hann fegnast um, at tað eru so nógv sum vilja gera ein mun. Tað er tó tørvur á útbúnum fólki, vísir hann á.
- Vit hava tørv á eini útbúgving innan tað sosiala økið. Blái Korssur arbeiðir við einum skeiðsdepli. Vit fara at kalla hann “Skeiðsdepilin Bláni”. Hetta hugskotið er sprottið burturúr tørvinum. Tað er fleiri fólk, sum hava vent sær til okkum við fyrispurningi um frálæru innan hetta økið. Vit vóna, at hann skjótt verður klárar. Møguliga um ársskiftið.
- Ætlanini er at hava tímarnar um dagarnar, og tað verður í modulum. Vit ætla okkum, at tað skal vera ein góðkend útbúgving við prógvi. Vit ætla, at prógvið, sum verður handað, verður virt, soleiðis at tað kann nýtast til okkurt.
Aðrar verkætlanir
Afturat hesum verkætlanum við fyribyrging og skeiðsdepli arbeiðir Sjúrður Johannesen eisini sum ráðgevi hjá fyritøkum. Hann hevur verið við til at orða rúsdrekkapolitikk hjá nógvum fyritøkum. Hann hevur eisini eina fjórða verkætlan, sum kallast “Tuba”. Tann verkætlanin ger stuðlandi arbeiði hjá børnum at foreldrum, sum hava verið misnýtarar.
- Vit hjálpa børnum at misnýtaraforeldrum, tá ið tey sjálvi gerast foreldur. Tað vísir seg soleiðis, at tey mangan fáa stórar trupulleikar, tá ið tey gerast foreldur, orsakað av teirra uppvøkstri.
Sjúrður er sjálvur sera spentur uppá arbeiðið hjá sær.
- Eg havi arbeitt í Danmark, og eg havi nógvar royndir. Hetta er veruliga ein spennandi heimur hjá Bláa Krossi. Eg eri als ikki uppvaksin í Heimamissiónini, sum Blái Krossur er tengdur at. Soleiðis havi eg ikki havt nakað samband við Bláa Kross. Men eg trívist væl.
Hevði fordómar
Blái Krossur er ein kristiligur felagsskapur, og ein hevur kanska hug at hugsa, at fólk sum starvast har eru einans eldri fólk, sum eru uppvaksin í einum kristiligum umhvørvi. Mangan verður Blái Krossur kanska mettur sum eitt sindur “turrur”, men hetta er als ikki fatanin hjá Sjúrða, sum kom í starv sum ein uttanveltaður. Hann hevði tó sjálvur nógvar fordómar, tá ið hann byrjaði.
- Tá ið eg valdi at starvast hjá Bláa Krossi var tað einans út frá teimum fakligu avbjóðingunum. Eg var sjálvur fullur í fordómum yvirfyri Bláa Krossi, og eg metti ikki, at fakliga støði var serliga høgt. Eg helt, at tað vóru einans gamlir konservativir menn, sum vóru virknir í Bláa Krossi. Eg varð spurdur av Jaspuri Langgaard, aðalskrivara í Bláa Krossi, og eg ivaðist. Hann bað meg koma við á eina messu í London fyri Blá Kross felagsskapir. Tá varð eg sannførdur um, at eg skuldi taka starvið. Eg havi nógvar royndir innan yrkið, og eg gjørdist bilsin yvir, at fakliga støðið er so høgt í Bláa Krossi. Avbjóðingin er stór.
Kristiliga grundarlagið ein styrki
Sjúrður metir ikki, at tað er ein veikleiki, at Blái Krossur eisini hevur eina kristiliga endamálsorðing.
- Eg meti tað vera eina styrki, at vit kunnu við andaligum virðum minka um misnýtsluna. Eg eri sjálvur vorðin rættiliga spentur uppá ta andaligu síðuna av Bláa Krossi eisini. Starvsfólkini hava andakt hvønn morgun, og tað er ein sera góð og gevandi stund, sum vit hava saman. Eg eri mestsum vorðin bundin av hesum andaktunum. Tað er ein styrki í arbeiðinum at hava eitt slíkt grundarlag.
- Tað er týdningarmikið, at vit fáa tann kristiliga boðskapin hjá Bláa Krossi út, við at vit tosa á sama støðið sum onnur. Vit mugu ikki tosa niður á fólk. Vit vilja gera fólk varug við teirra val og avleiðingarnar av teimum, sigur Sjúrður.
Sjúrður sigur tó, at hann er tann sami sum áður.
- Eg eri ikki broyttur sum persónur. Eg havi bara fingið eina andaliga dimensión lagda afturat, vísir Sjúrður á.
Hann leggur dent á, at hjálpin frá kommununum er alt avgerandi í verkætlanini “Børn okkara – tilvitað foreldur”. Hann vónar, at samstarvið framvegis fer at rigga væl, og at møguliga fleiri kommunur koma uppí samstarvið.










