Byrgist fyri bátahylin í Skálavík

Uppgávan at umvæla er fíggjarliga so stór, at kommunan sjálv ikki er før fyri at bøta um skaðan, sigur Eyðun Viderø í viðmerkingunum til fyrispurning

Eyðun Viderø, løgtingsmaður, hevur spurt Bjarna Djurholm, um samferðslumálaráðhaarin er sinnaður at fáa til vega pening til kanning og umvælan av grótkastinum við bátahylin í Skálavík? Og um so er, nær kann roknast vð, at neyðugu kanningarnar verða settar í verk? spyr Eyðun Viderø.

Í viðmerkingunum, sigur Eyðun Viderø, at undir fíggjarkreppuni varð avrátt, at eingin peningur varð latin úr landskassanum til fígging av uppgávum í kommununum, og sostatt høvdu kommunurnar hvør í sínum lagi ábyrgdina av øllum íløgu- og rakstrarútreiðslum, ið annars ikki vóru ábyrgd landskassans sambært lóg.

? Ymist er, hvussu fíggjarorkan er hjá kommununum í mun til støddina, men nógvar av stóru íløgunum í m.a. havnaútreiðslur megna smærru kommunurnar ikki. Eitt er, at landskassin frammanundan hevur verið við til at fíggja hesar, men verri er nú, tá týðandi ábøtur skulu gerast.

 

Støðið máðað burtur

Og Eyðun Viderø greiður frá grótkastinum við bátahylin í Skálavík, har tað vísir seg nú, at grótið aftan á brimuppgang hevur lagt seg og er partvíst flutt soleiðis, at í summum førum er støðið máðað burtur undan, og at grótið er dottið inn fyri innsiglingina, og er hetta á veg til at byrgja fyri sigling úr og í bátahylin.

? Uppgávan at umvæla hetta er fíggjarliga so stór, at kommunan sjálv ikki er før fyri at bøta um skaðan, og tí má haldast, at her fara stór virði fyri skeyti, og at um ikki so langa tíð, so er bátahylurin ónýtiligur.

Og Eyðun Viderø heitur á samferðslumálaráðharran um saman við serkønum frá landsverkfrøðinginum at taka málið upp nú og vísa ein vilja til at tryggja hesi virði og møguleikarnar hjá tí fólki, ið har býr.