Í Niðurlondum hava myndugleikarnir sent herin og løgregluna at flyta umleið 800 fólk úr einum øki har norðuri í landinum, tí vandi er fyri, at ein byrging fer at skrædna. Tað hevur regnað illa í fleiri dagar, og tað hevur gjørt byrgingina svikaliga, siga myndugleikarnir.
Økið, sum er í landspartinum Groningen, er landbúnaðarøki, og myndugleikarnir eru í ferð við at flyta fleiri túsund neyt burtur haðani.
Hermenn hava lagt sandsekkir fram við einari 400 metrar langari byrging fyri at halda vatninum uttanfyri, og eitt serútgjørt flogfar hjá flogvápninum heldur eygað við byrgingini.