Ábyrgdarloysisins Bermuda-tríkantur

ABC-flokkarnir eru eins og ein Bermuda-tríkantur fyri ábyrgd og kós: Uttan mun til hvørji týdningarmikil mál koma inn um henda tríkantin, so hvørvur øll ábyrgd. Og tey, sum eru sett at standa við ábyrgdini, sleppa at at reika runt við ongari kós, uttan at verða sett til svars

Á triðja sinni í tí sonevnda “heimastýrinum” hevur fíggjarmarknaðurin elvt til at seta Føroyar í skelk og undantaksstøðu – og í veruleikanum meginpartuirn av vanligum fólki og vinnu undir umsitng hjá myndugleikum, ið vit ikki hava fólkaræðisliga ávirkan á.

Okkara uppgáva er taka og staðfesta politiska ábyrgd. Men vit hoyra bara teir leiðandi politikararnar sum fíggjarmálaráðharran og løgmann kasta ábyrgdina fyri gongdini frá sær – og so okkurt krímut neyðarróp frá formanni Fólkafloksins, tá ov seint er.

Sannleikin er, at hesir tríggir ABC-flokkarnir, ið hava sitið á valdinum í Føroyum seinastu 7 árini, hava verið sum tiltikna keiputekningin: Har ein heldur hendurnar fyri oyruni. Annar heldur fyri eyguni. Og hin triði fyri munnin.

Fíggjarmálaráðharrin hevur eftir at Eik varð sett undir umsiting nærum ført tað fram sum eina dygd, at hann hevur sitið í landsstýrinum gjøgnum tvær bankakreppur (!). Var nøkur verulig ábyrgd og avleiðing, átti hesin veruleiki at elvt til, at hann sjálvsagt beinanvegin hevði lagt frá sær og biðið um umbering fyri onki at hava lært og at hava stýrt so illa.

Men ABC-flokkarnir eru sum ein Bermuda-tríkantur fyri ábyrgd og kós. Alt verður burtur innanfyri teirra mark og teir sleppa at kasta ábyrgd frá sær og mala runt uttan mál ella mið.

Óteljandi mótuppskot og ávaringar
Sannleikin er, at ongin kann siga seg óvitandi um ta støðu, sum nú er íkomin – og sum rakar nógvar túsundtals føroyingar meint og kann fáa djúptøknar avleiðingar frameftir.

Samgonguflokkarnir hava tilvitað og afturvendandi felt og skúgvað burtur øll uppskot, ið kundu havt fyribyrgt støðuni og ábyrgdarloysinum.

Lat meg bara nevna hesi:

Skatta- og búskaparpolitikkurin hjá ABC-flokkunum við Eidesgaard og Bárði Nielsen á odda yvirhitaði búskapin, setti onki til síðis og oysti bara meira á, meðan bankarnir kappaðust um at lána uppá kunstigu uppblásingina av nýtsluni. Meira enn 6 uppskot ár um ár royndu at tálma og steðga hesum vitleysa politikki, men vórðu øll feld.
Uppskot á Fólkatingi um at føroyskir myndugleikar skuldu hava fult innlit í støðua og gongdina hjá bankunum í Føroyum varð felt. M.a. tí landsstýrið, har Bárður Nielsen var fíggjarmálaráðharri og Eidesgaard løgmaður, svaraði Fólkatinginum at teir ikki vildu hava hetta innlit.
Búskapargrunnurin, ið skuldi hýsa peningi fyri søluna av Føroya Banka (1,6 mia) sum varð samtykt í løgtingssamtykt, varð ongantíð stovnaður. Ístaðin er ítøkiligt løgtingslógaruppskot frá andstøðuni um Búskapargrunnin felt 4 ferðir. Peningurin er ístaðin futtaður av undir ABC (peningur, sum eisni blásti lán og nýtslu upp).
ABC samtykti serliga lógarbroyting, ið skuldi eggja fólki at lána sær pening til at keypa partabrøv fyri við skattafyrimuni. Ávarað varð júst um, at hetta fór at eggja til ósunna lántøku og binda fólk niður frameftir – og fleiri ferðir hevur verið roynt frá andstøðuni at taka lógina av. Men til fánýtis.
Uppskot um at forða bankunum at flyta allar konto- og gjaldsskipanir av landinum, hevur verið felt av ABC, hóast ávaringarnar gingu út í ólukkumát.

Tvey broytingaruppskot feld í sambandi við bankapakkarnar
Og í sambandi við sonevndu bankapakkarnar, sum vórðu skundaðir ígjøgnum eftuir fáum døgum, uttan at landsstýrið hevur arbeitt við málinum yvirhøvur, ávaraði andstøðan um júst tað, sum nú er hent. Og hevði tí tvær ferðir ítøkiligt uppskot til broytingar. ABC afturvísti tí – m.a. við teirri grundgeving, at landsstýrið skuldi nokk fundast við danskar ráðharrar og finna eina loysn og tryggja sær innlit innan ein mánaður var liðin. Tað hendi ongantíð.

Fari at loyva mær at endurgeva bort úr teimum álitum, sum andstøðan skrivaði um bankapakkarnar fyri tveimum árum síðani. So kunnu fólk sjálv meta um, hvørt okkara landsstýri, ið sambært lóg skal hava ábyrgd, hevur tikið av henni:

Úr álitinum hjá andstøðuni um bankapakkar:
“Nú eru føroyskir peningastovnar so noyddir at taka lut í eini skipan, har teir gjalda til eina felags loysn, ið fyrst og fremst er gjørd til at tryggja danska fíggjarkervið.
 
Føroysku peningastovnarnir kunnu í ringasta føri gjalda upp til tilsamans 460 mió. kr., hóast teir ikki sjálvir fáa tørv á at nýta skipanina í lógaruppskotinum. Hesar 460 mió. krónurnar eru meira enn tvífalt 2% av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni.
 
Og talan er um eina loysn, ið fyrst og fremst leggur rokningina til vanliga borgaran og vanliga kundan í peningastovnunum, sum skulu gjalda við hægri rentu.
(...) 
Tað er átaluvert, at føroyskir myndugleikar ikki hava tikið virknan lut í samráðingum um og hava viðgjørt hesa loysn út frá føroyskum áhugamálum og til tess at tryggja áhugamálini hjá føroyska samfelagnum sum heild.
 
Meðan danski fíggjarmarknaðurin saman við stjórn og øllum politiskum flokkum hava viðgjørt og eru samd um eina loysn, ið uttan iva verður mett skilabest fyri danska samfelagið, er als onki atlit tikið til føroyska búskapin og til føroyska fíggjarkervið.
  
Men hetta átti at verið ein skipan, har Føroyar eru nevndar sum ein partur í skipanini. At hetta verður viðgjørt sum ein avtala millum Føroyar og Danmark.
 
T.e., at Føroyar og føroysku peningastovnarnir knýta seg í skipanina og taka lut eftir egnum fortreytum.

Tí verður skotið upp:
• At lógaruppskotið greitt ásetir, at talan er um eina skipan fyri Danmark og Føroyar
• at lutur føroysku peningastovnanna til trygdargrunnin verður ásettur í mun til føroysku
bruttotjóðarúrtøkuna (2%).
• at føroyskir myndugleikar hava umboð í teirri nevnd, ið skal standa fyri trygdarskipanina og fær heimild at seta peningstovnum krøv.
• at ásett verður, at samráðingar verða millum donsku og føroysku stjórnina um, hvussu farið verður fram við skyldum og møguligum afturgjøldum.
 
Tí setir minnilutin fram soljóðandi broytingaruppskot:
 
Í grein 1 verður sett sum nýtt stk.2:
 
"Stk. 2. Inden for rammerne af den i stk. 1 nævnte garantiordning forhandler Danmarks regering og Færøernes landsstyre om en aftale der skal sikre:
 
a) færøske medlemmer i bestyrelsen for afviklingsselskabet
b) at de færøske pengeinstitutters andel i indbetaling og garanti sættes i relation til det færøske bruttonationalprodukt.
c) at færøske myndigheder får fuldt indblik og orientering om lovens anvendelse på samme niveau som den danske regering
d) det færøske hjemmestyres retsstilling, hvor den danske stat er nævnt i loven.
e) at i de tilfælde, hvor Afviklingsselskabet behandler sager vedrørende færøske
pengeinstitutter, skal færøske myndigheder inddrages i behandlingen på samme niveau
som danske myndigheder."”

Fyri føroysk stjórnarmál og føroyskt fólkaræði og ábyrgd kann tað als ikki góðtakast, at tað politiska ábyrgdarloysið, sum hevur verið atvoldin til trupulleikarnar, nú skal elva til uppaftur størri ábyrgdarloysi

Við uppskotnu loysnini at seta donsku “bankapakkarnar” í gildi fyri Føroyar, leggja føroyskir myndugleikar alla ábyrgd fyri fíggjarkervinum frá sær til danskar myndugleikar:
 
- Danska fíggjareftirlitið fær øktar heimildir mótvegis føroyskum peningastovnum – uttan at føroyskir myndugleikar hava innlit ella avgerðarrætt.
- Danski Búskapar- og vinnumálarðaharrin fær heimildir at seta danskan statspening í
føroyskar peningastovnar í prinsippinum í óavmarkaða tíð – uttan at føroyskir myndugleikar hava innlit ella avgerðarætt.
 
Fyri føroyska sjálvsvirðing og føroyskt stríð at standa á egnum beinum, er talan um eitt risaafturstig, har vanligi føroyingurin og føroyskt vinnulív fær trúttað niður í seg, at danska stjórnin bjargar teirra pengum og møguleikum, hóast talan ikki er um nakra útreiðslu fyri danska statin, men heldur eina inntøku, um ætlanirnar eydnast.

Fyri møguleikarnar hjá føroyingum at reka skilagóðan fíggjar- og búskaparpolitikk er talan um eitt risa-afturstig, tí størri myndugleiki verður fluttur til Danmarkar og onki innlit tryggjað.
 
Og fyri føroyskt fólkaræði er talan um, at føroyskir politikarar og ráðharrar kunnu ikki haldast til svars fyri sínar avgerðir viðvíkjandi fíggjarkervinum og vanligum føroyskum húsarhaldum og bankakundum, tí ábyrgdin verður send av landinum.”