Eystursjógvur: 44.000 tons av toski kunnu fiskast í Eystursjónum í 2007.
Tað hava myndugleikarnir í londunum við Eystursjógvin gjørt av, hóast fleiri fiskifrøðingar mæla til 0-toskaveiði komandi ár.
Fiskifrøðingar halda, at londini soleiðis seta havsins fiskiríkidømi í váða – vitandi um, at støðan hjá toskinum er í vanda.
- Metveiðan av toski í byrjanini av áttatiárunum gjørdi, at vit fingu ein alt ov stóran fiskiflota í Eystursjónum, siga fiskifrøðingar.