Býráðssalurin í Klaksvík skal flytast

Framyvir skulu býráðsfundir, vígslur, móttøkur, og annað virksemi, verða í nýggja mentanarhúsinum mitt í býnum

Ætlanin er nú at flyta býráðssalin í klaksvík. 

 

Nú grunnurin, Mentanarhús í Klaksvík, hevur keypt gamla posthúsið mitt í býnum við tí endamálið at byggja tað um til mentanarhús, er tað eisini ætlanin at flyta býráðssalin yvir í nýggja mentanarhúsið

 

- Mentanarhúsið skal verða karmur um sjónleik, tónleik og list, og við at samansjóða enn meiri virksemi í húsinum, fáa vit eitt livandi hús, ið kemur at gagna býnum allar dagar í vikuni, sigur Jógvan Skorheim borgarstjóri í Klaksvík.

 
Borgarstjórin vísir eisini á, at við hesum verður býráðssalurin í einum enn tignaðarligum umhvørvi, har vígslur og móttøkur eisini veruliga koma til sín rætt.
 

Í samband við móttøkuna í gjár, vísti borgarstjórin á, at í uppskotinum til langtíðaríløgukarm hjá býráðnum eru settar 10 milliónir krónur settar av til ein mentanarpall.

 

- Peningurin skal nýtast til, at seta sjøtul  nýggja mentanardepilin, sum posthúsið eftir ætlan skal vera.

 

Eftir ætlan skulu fýra milliómnir brúkast upp á húsið í 2016 og seks milliónir í 2017.

 

Borgarstjórin væntar, at tað verður í 2017, at nýggja mentanardepilin verður tikin í brúk.

 

Tað er Palli Gregoriussen sum teknaði bygning fyri 50 árum síðani, og tað er eisini hann, ið er biðin um at gera uppskot til at broyta bygningin til nýggju krøvini, sigur borgarstjórin.

 
- Vit kunnu bara fegnast um, at vit hava fingið fatur á hesum vakra bygningi, ið heilt víst verður ein mentanarperla fyri okkara bý, leggur hann afturat.