Hósdagin 26. januar klokkan 18 fer nýggja býráðið at halda sín fyrsta regluliga fund.
Býráðsfundir verða fastlagdir fyri eitt ár í senn, og sambært skránni hjá Tórshavnar býráð verða hesir regluligu býráðsfundir hesar dag klokkan 18:
26. januar
02. mars
30. mars
27. apríl
23. mai
20. juni
28. september
26. oktober
23. november
14. desember
Annika Olsen, borgarstjóri, segði við in.fo í síðstu viku, at nýggja býráðið vil hava eitt opið samskifti við fjølmiðlar, og at tey fara at senda skránna út í góðari tíð til miðlarnar, og at tey fara at skipa fyri tíðindafundi í sambandi hvønn býráðsfund.
Marin Katrin Frýdal úr Tjóðveldi segði á tíðindafundinum í síðstu viku, at býráðsfundirnir hjá nýggja býráðnum verða stroymaðir á internetinum.