Býráðið vil hava bústaðarskyldu í miðbýnum

– Hóast býráðið tann 20. juni 2018 eisini samtykti at heita á landsins myndugleikar um at útvega kommununum lógarheimild til at lýsa bústaðarskyldu á útvaldum økjum, so er henda heimild ikki komin enn. Tórshavn, sum høvuðsstaður, er allarhelst einasti høvuðsstaður av teimum, sum okkum dámar at samanbera okkum við, har loyvt er at hava summarhús á fremstu rók í hjartanum av sjálvum høvuðsstaðnum, har hesi hús annars kunnu standa tóm størsta partin av árinum.

 

Soleiðis skrivar Marin Katrina Frýdal, býráðslimur og forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu, í tíðargrein í Sosialinum í dag.

 

Hon sigur, at tað elvir til mistrivna millum teir veruligu íbúgvarnar, og býurin verður ein huldubýur. Vónandi fer henda heimildin um bústaðarskyldu skjótt at verða givin kommununum, soleiðis at farið kann verða undir eina tilgongd, at Havnin, høvuðsstaðurin, fær enn fleiri miðbýarbúgvar.

 

– Vit høvdu ynskt okkum, at landið tók bústaðarneyðina í størri álvara, tí í mun til okkara grannalond eru vit lítið lógarskipað á bústaðarmarknaðinum. Alneyðugt er við einum almennum bústaðarpolitikki, sum m.a. veitir heimildir og setir karmar fyri bæði kommunurnar og ta privatu vinnuna. Heimildir tørva til at langtíðarútleiga lendir til bústaðarbygging, lóg um bústaðarskyldu, lendisprísir til bústaðarbygging, skipaði viðurskifti til bæði stutt- og langtíðar útleigan o.s.fr.

 

Lesið tíðargreinina »Tórshavnar býráð arbeiðir virkið við at loysa bústaðartørvin í kommununi« við at trýsta her