Jógvan Arge hevur sum so rætt, tá hann sigur at ikki alt ruggar rætt í samband við at útgravingin til tunnilsmunnan hjá Eysturoyartunlinum er byrjað. Orsøkin er tó ikki sum hann heldur, sigur Heðin Mortensen.
Orsøkin til, at málið ikki hevur verið fyri á býráðsfundi er, at Tórshavnar kommuna als ikki er spurd eftir, áðrenn tunnilsfelagið er farin undir útgrevsturin.
- Eg undri meg eins nógv og Jógvan Arge, at ein so stór verkætlan kann fara í gongd, uttan at avvarðandi kommunali myndugleikin, sum er býarskipanarmyndugleiki og byggimyndugleiki, er eftirspurdur, men eg má bert staðfesta, at so er, sigur Heðin Mortensen.
Les eisini Her ruggar ikki alt rætt
Hann sigur, at eftir øllum at døma hevur almenna tunnilsfelagið so víðar heimildir, at ikki er neyðugt at spyrja kommunalar myndugleikar um loyvi áðrenn farið verður undir arbeiðið.
- Hetta er í sjálvum sær álvarsamt, og eingin ivi er um, at hetta setir rættartrygdina hjá bæði borgarum í økinum og eisini kommunala virkisførið undir stórt trýst, sigur borgarstjórin í Havn.
- Tað hevði verið rætt og rímiligt og góður fyrisitingarsiður bæði at kunna um og samskipa hetta arbeiði við Tórshavnar kommuna – bæði sum her á Hvítanesi og í mun til hin tunnilin til Sandoynna, ið eisini kemur upp í Tórshavnar kommunu, sigur Heðin Mortensen, sum lovar at taka málið upp við avvarðandi myndugleikar.
- Tað tykist ikki rætt, at løgtingið við serlóg gevur einum partafelag, sum í veruleikanum er landið sjálvt, so víðar heimildir, at allar vanligar fyriskipanir um býarplanlegging, kunning og hoyring eru settar úr gildi, sigur hann.
Les eisini Onga ávirkan á tunnilsarbeiðið á Hvítanesi