Bymar hjá Varde

Jacob Bymar, sum spældi við B68 fyrru helvt av kappingarárinum, spælir nú við Varde í donsku 2. deild vestur. Har hevur byrjanin verið soleiðis hampulig, og í løtuni liggur liðið miðskeiðis í røðini við 12 stigum fyri fyrstu fýra dystirnar. Um vikuskiftið spældi Varde á útivølli móti Ikast FS, og tann dystin vunnu midtjydarnir við tveimum málum móti ongum.