Celloteks-plátur hava verið nógv nýttar seinastu fimmti árini, og tí eru fleiri hús í Føroyum, sum eru klødd við slíkum plátum innan. Forboð varð sett ímóti at nýta slíkar plátur í 1992.
? Ein bygningur við celloteks-plátum er ógvuliga vánaligur, tá talan er um persónstryggleika, tí eldurin mennist so ómetaliga skjótt. Sløkkiliðsmenn skulu vera skjótir á staðnum fyri at basa eldinum, sigur Petur á Lava Olsen, sum hevur drúgvar royndir við hesum slagnum av plátum.
Ein bygningur ella eitt hús við celloteks-plátum er tí sera vandamikil, og tryggleikin er munandi verri enn í øðrum húsum við nýggjari klædningi innan.
? Persónliga trygdin er vánalig, tí fólk sleppa ikki burtur, og tey verða doyvd av roykinum, sigur Petur á Lava Olsen.
Hurðar staðið opnar
Kartni Jacobsen, leiðari hjá sløkkiliðnum, sigur, at eldurin mennir seg fleiri ferðir skjótari við celloteks-plátum. Hann væntar, at fleiri av hurðunum stóðu opnar, so at eldurin nørdist av luftini.
? Tað gongur so skjótt fyri seg, at tú verður yvirraskaður hvørja ferð. Um fólk ikki varnast eldin beinanvegin, so er tað longu ov seint, sigur Kartni, sum metir, at vandin er nógv størri við slíkum celloteks-plátum.
Kanningar ikki lidnar
Kanningarnar hjá løgregluni eru enn ikki lidnar. Serfrøðingar eru komnir úr Danmark at kanna orsøkina til eldin, og teir eru enn ikki komnir til nakra niðurstøðu.
Nevnast skal, at pápin at dreingjunum gjørdi alt fyri at sleppa innaftur í húsini at bjarga dreingjunum, men hetta eydnaðist ikki, tí eldurin var longu ov umfatandi.










