Bygnaðarbroytingar-nar kostnaðarmiklar

­ Vit vistu, at bygnaðarbroytingarnar fóru at kosta nógv. Tí undrar tað onki, at almennu útreiðslurnar vaksa. Men tað undrar hinvegin, at tær skulu vaksa so nógv, hvørja ferð Fólkaflokkurin er í Tinganesi, sigur Jóannes Eidesgaard

Grækaris Djurhuus Magnussen


­ Politikkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava reypað so nógv av, nevniliga at skerja almennu útreiðslurnar, hevur ikki hildið. Tað prógva tølini hjá Hagstovuni.

Hetta sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard.

Hann vísir á, at Fólkaflokkurin júst nú hevur sitið í landsstýrinum í eitt ár. Og hetta er so jubileumsgávan: Ein munandi vøkstur í útreiðslunum í almennu fyrisitingini.

­ Tað eru serliga Óli Breckmann og Annfinn Kallsberg, ið hava ført fram, at almennu útreiðslurnar skulu skerjast. Tí undrar tað stórliga, at hesar somu útreiðslurnar skulu vaksa hvørja ferð, Fólkaflokkurin er í landsstýrinum, sigur Jóannes Eidesgaard.

Hann vísir á, at Javnaðarflokkurin helt tað vera vágið at fremja bygnaðarbroytingarnar, soleiðis sum støðan var. Og tað var eisini ein høvuðsorsøkin til, at flokkurin valdi at fara úr landsstýrissamstarvinum.

­ Vit bera ikki orð fyri at ræðast almennar útreiðslur. Men máti skal vera við, heldur Jóannes Eidesgaard.

Vit royndu í gjár at fáa viðmerking frá Annfinni Kallsberg, men hann er burturstaddur. Formaður Fólkafloksins, Óli Breckmann er eisini burturstaddur.