Leygardagin hittast limir Starvsmannafelagsins í Havnar Klubba til 39. aðalfund felagsins. Fleiri týðandi mál eru á skránni og sum formaðurin Gunnleivur Dalsgarð tekur til í formansfrágreiðingini, sum stendur í Starvsblaðnum, so hevur árið, vit nú hava lagt aftur um bak, uttan iva verið eitt av strævnastu og hendingarríkastu árum í søgu felagsins.
Nakrir av nevndarlimunum standa fyri vali. Ingun í Skrivarastovu, Heini Joensen og formaðurin Gunnleivur Dalsgarð. Eingin annar er undan aðalfundinum í uppskoti sum formaður.
Sjálvur metir hann, at orsøkirnar kunnu vera tvær. At fólk eru væl nøgd við formannin, ella at eingin vil taka uppgávuna uppá seg.
Men Gunnleivur Dalsgarð hevur ikki hug at rýma úr formanssessinum, hóast tað ofta tekur nógva tí og tey næstu mugu venja seg við, at ?um eina løtu? kann merkja tveir ella tríggir tímar.
Broytingar
Eitt av stóru málunum á aðalfundinum eru broytingar í bygnaðinum av Starvsmannafelagnum og lógarbroytingar í tí sambandi.
Álitisfólk hava kunnað limirnar um ætlaðar broytingar.
Í formansfrágreiðingini sigur Gunnleivur Dalsgarð um broytingarnar, at nevndin er samd um, at fyrst og fremst skal byggjast á álitisfólkaskipanina, so hesi fáa sáttmálavunnar umstøður at arbeiða undir, bæði í tíð og løn, sum felagið samráddi seg til í sáttmálanum við Føroya Tele.
Nevndin leggur á aðalfundinum fram, hugsanir og møgulig uppskot um, hvussu hon hugsar sær broyttan felagsbyggnað.
Annars er formansfrágreiðingin drúgv og nakrar av yvirskriftunum eru Ríkisrættarliga støðan - fullveldi ella ikki, Sáttmálasamráðingarnar, Gerðarrættardómur, Álop á fakfelagsrættindi, Almennur starvsfólkapolitikkur, Almenni eftirlønarspurningurin. Undir yvirskriftini Bygnaðarbroytingar verður m.a. sagt soleiðis:
Vit hava áður nevnt, at tær stóru og umfatandi broytingarnar, sum gjørdar eru í almennu fyrisitingini seinastu árini, langt frá altíð hava havt hepnar avleiðingar við sær, tá talan er um okkara øki og samskifti við stovnar ? heldur tvørturímóti.
Øll aðalstýrini virka mest sum sjálvstøðug landsstýri, uttan at nøkur beinleiðis sambinding er millum hesi, og tá okkara »adressa« bert er Fíggjarmálastýrið ? lønardeildin ? sum er sáttmálapartur okkara, er tað mangan tungt og torført at viðgera mál hjá limunum, sum liggja undir øðrum stýrum, har vit ikki hava stórvegis møguleika at koma inn. Her má eini liðiligari skipan finnast og ein samskipan gerast, soleiðis at ein altíð veit, hvar eitt mál er endað.
???????????????
Sett verða leiðandi fólk, ofta ung og beinleiðis av skúlabonki, uttan iva við góðum fakligum førleika, men stutt sagt við ongari leiðsluroynd og uttan yvirhøvur at hava sett seg inn í sáttmálaásetingar og starvsfólkaviðurskifti sum heild. Og tá koma skjótt hesi vælkendu harraboðini um at »vit hava leiðslurættin« inn í myndina og mál, sum annars kundu havt fingið eina skjóta og skilagóða loysn, enda sum stríðsmál, sum so aftur verða tung og torfør at loysa. Leiðslurættin hava vit ongar ætlanir um at taka frá teimum, men at hava leiðslurættin merkir eisini at tú fylgir teimum ásetingum, sum galdandi eru. So einfalt er tað.
Tað er tí eitt krav frá okkum, at áðrenn fólk vera sett í leiðandi størv, skulu hesi hava ella fáa hollan kunnleika til øll sáttmála- og starvsfólkaviðurskifti.
Broyta lóg
Annað áhugavert í Starvsblaðnum er m.a., at Ingun í Skrivarastovu umrøður arbeiðsmarknaðardagin tann 28. januar og staðfestir, at langt var millum partarnar.
Í greini stendur, at John Rajani, sum hevur royndir sum semingmaður, mælir til at broyta semingslógina frá 1928, so hon eisini umfatar almenna arbeiðsmarknaðin. Eisini heldur hann, at vórðu reglurnar fyri uratkvøður broyttar, so er betri fyri limirnar og demokratiið í feløgunum, um møguleiki var fyri at atkvøða beinleiðis um úrslitið, sum nevndarlimir høvdu samráðst seg til.
Eisini nevndi John Rajani, at í Danmark er semingslógin broytt, so fleiri semingsuppskot kunnu bindast saman, so fleiri fakfeløg innan sama øki kunnu atkvøða um felags semingsuppskot.
Ársins álitisfólk
Fyri jól legði nevndin í Starvsmannafelagnum fram uppskot fyri álitisfólkini um at fara undir nýggjan tátt - at velja ársins álitisfólk.
Endamálið við tiltakinum er at heiðra álitisfólk, sum hava gjørt eitt serstakliga gott álitisfólkaarbeiði. Viðkomandi fær heiðursgávu, ið er gjørd til endamálið.
Á aðalfundinum fellur avgerðin.