Byggja Zarepta í Grønlandi

Í trý ár hevur verið arbeitt við at byggja eitt leguhús fyri børn og ung í Suðurgrønlandi. Tað er Páll Poulsen í Havn, ið saman við øðrum stendur fyri leguhúsinum. Nú er so mikið langt áliðið, at farið er undir sjálva byggingina. Sosialurin var og vitjaði í Eqaluitfjørðinum, har arbeitt verður.

Orð og myndir: Òli Jákup Jacobsen

- Tað hevur gingið sera væl við byggingini. Vit eru langt framman fyri tíðarætlanina, so hetta er nógv betri enn væntað. Soleiðis sigur Páll Poulsen, sum tey síðstu trý sumrini hevur verið í Grønlandi og arbeitt við hesi verkætlanini burturav. Annars býr Páll saman við konu síni Marjun í Tórshavn, har hann er nógv virkin í brøðrasamkomuni Hebron úti á Argjum.

Blivið ov lítið
Hóast nýggja húsið í Eqaluit nú er undir bygging, so hava legur verið hildnar í Suðurgrønlandi í mong ár.
- Jørundur Hansen, sum hevur búð í Qaqartoq (Julianehåb) í mong ár, har hann hevur virkað sum trúboðari, hevur hildið barnalegur í mong ár í leigaðum hølum. Hann hevur leigað í einum skúla, men hølini vóru við tíðini blivin ov lítil, sigur Páll.
- Spurningurin var so, hvat vit skuldu gera, tí satt at siga høvdu vit eisini ein annan trupulleika. Myndugleikarnir vóru farnir at vísa nakað av illvilja móti legunum orsaka av kristnu trúnni, sum tær eru bygdar á. Tískil kendu vit okkum ongantíð reiðiliga trygg í avtalunum og vistu ongantíð, nær leigumálið kundi verða sagt upp, sigur Páll. - Tí gjørdu vit av at byggja okkara egna leguhús.

Tilfar úr gomlu Føroyingahavnini
Tað er ein føroyskur trúboðaragrunnur, sum stendur fyri barnalegunum, og at fara undir at byggja eitt leguhús er ikki bara sum at siga tað. Nógv er at taka hædd fyri, ikki minst tað fíggjarliga.
- Um vit ikki høvdu fingið hjálp frá nógvum ymiskum persónum og grunnum, so hevði henda verkætlanin stutt sagt ikki latið seg gjørt, sigur Páll avgjørdur.
- Vit eru ótrúliga takksom fyri alla ta hjálp og allan tann stuðul, sum vit hava fingið. Eitt nú hava vit fingið tilfar úr tveimum húsum í Føroyingahavnini hjá Kai Hjallgrímson, sum eru tikin niður. Sandfrakt hevur fraktað mesta tilfarið yvir til byggiplássið. Onkur hevur latið amboð, onnur mat o.s.fr. Fíggjarliga hevði verkætlanin als ikki latið seg gjørt, høvdu vit ikki fingið so góðan stuðul, sigur Páll takksamur.
Í fjør vóru menn úr Føroyum yviri í Eqaluit og byrjaðu so smátt at gera klárt, men tað er ikki fyrr enn í ár, at verulig ferð er komin á byggingina. Trý lið av monnum hava longu verið yviri og arbeitt, eitt lið er har yviri nú, og tað síðsta fer yvir síðst í summar. Myndirnar, sum eru vístar her, eru frá tí triðja liðnum.

- Visiónin er at náa ungdómin
Barnalegurnar, sum fara at verða hildnar í Eqaluit í framtíðini, byggja á kristna læru og áskoðan.
- Vit ætla at halda legurnar á líknandi hátt sum á Zarepta bara í minni format. Pláss fer at vera fyri einum 30 til 40 børnum á hvørjari legu. Vit fara í fyrstu atløgu at halda okkum til børn og ung millum 9 og 14, sigur Páll.
- Mari og Janus í Løðuni koma at standa fyri dagliga rakstrinum á barnalegunum. Tað eru vit sera glað og takksom fyri, tí tey eru sum skapt til arbeiðið. Mari er hálvgrønlendsk, uppvaksin í Grønlandi og dugir tískil málið. Hon dugur samstundis óalmindiliga væl við børnum. Janus er hinvegin sera fittur í hondunum og dugir alt praktist, sum hann fer at taka sær av. Í løtuni eru tey á skeiði í Sveits hjá Skandinavisk Børnemission, sigur Páll.
- Endamálið við legunum er fyrst og fremst at náa ungdómin her í Suðurgrønlandi og læra tey um Jesus. Nógv børn í Suðurgrønlandi - og Grønlandi yvirhøvur - kenna seg ikki hava nakran, ið elskar tey. Men vit vilja peika teimum á, at Jesus elskar tey, sigur Páll Poulsen at enda.
Væntandi og vónandi fer tann fyrsta barnalegan longu at verða hildin næsta summar.


Sjúrður Olsen

Einki internet, eingin telefon og eingin wc kumma. Tað vóru korini hjá teimum tólv føroysku monnunum, sum vóru í fjarskotna Eqaluit og hjálptu til at byggja leguhúsið fyrra partin av juli mánað. Ein av teimum var 31 ára gamli havnamaðurin, Sjúrður Olsen.
- Okkara arbeiði hevur verið nakað fjølbroytt, men fyrst og fremst hevur tað verið at fingið stoypingina lidna, sigur Sjúrður. - Men vit hava eisini flutt eina rúgvu av tilfari, reinsað fjalir, lempað grót, lagt syll og nógv annað.
- Økið her í Eqaluit er sera náttúruvakurt og lítið spilt av menniskjum. Men av tí sama er man noyddur at gera nógv av arbeiðinum á primitivan hátt. Har ein lastbilur eitt nú hevði flutt alt neyðugu tilfar til dyrnar heima í Føroyum, so eru vit her fyrst noyddir til at fylla á ein flaka, sigla inn í fjørðin, bíða eftir flóðini, tøma flakan, bera tað á ein ATV’ara (tá hann riggar) ella bara bera alt við hond. Alt gongur av tí sama nógv seinni enn í Føroyum. Men tað er ein partur av sjarmuni við at arbeiða her, sigur Sjúrður við einum smíli.
Hóast korini at arbeiða undir ikki hava verið sum í Føroyum, so letur Sjúrður væl at.
- Hetta hevur verið stuttligt. Satt at siga væntaði eg, at korini fóru at vera munandi verri, men vit hava havt tað frálíkt. Vit hava búð í einum húsi (eitt av trimum húsum inni í Eqaluit), sovið væl og fingið góðan mat. Fyri tað mesta ræstan fisk. Tað, at vit ikki hava havt internet ella telefon hevur ikki bilað petti. Vit hava havt tað ordiliga stuttligt, um kvøldini hava vit sitið kring borðið við hvør sínum kaffikoppi og fortalt røvarasøgur, sigur Sjúrður og skoytir uppí, - Aftan á at hava vant seg við bukkuna, er hon heldur eingin trupulleiki við tí.

Teir, sum vóru við í Eqaluit frá 28. juni til 12. juli 2011, vóru:
- Andrias Norðbúð
- Egil Gunnarsson
- Eskild Norðbúð
- Evald Norðberg
- Jón Steintún
- Kaj Petersen
- Óli Jákup Jacobsen
- Oystein Petersen
- Rúni Steintún
- Sjúrður Olsen
- Sverri Steintún
- Thorvald Gaardlykke