Byggja vatngoymslurnar út

Klaksvíkar kommuna fer at gera ein vatnbrunn afturat í Ánagjógv, og seinni í ár fáa allir klaksvíkingar sóttreinsað vatn

 

Klaksvík: Á býráðsfundi týskvøldið samtykti Klaksvíkar býráð, at ein nýggjur vatnbrunnur skal gerast í Ánagjógv ? stutt norðan fyri Klaksvík.

A hesum staðnum er ein vatnbrunnur frammanundan, men Klaksvíkar kommuna heldur, tað verða neyðugt við einum brunni afturat.

Hetta skal tryggja, at nóg mikið av vatni altíð er at fáa í Klaksvík, og at kommunan altíð kann halda sína avtalu við SEV um lata vatn.

Brunnurin í Ánagjógv letur sóttreinsað vatn til eystara arm og til virkini. Restin av Klaksvík fær vatn frá goymslunum Niðan Horn, men har er vatnið ikki sóttreinsað sum er.

Í løtuni verður eitt reinsiverk gjørt har, so allir klaksvíkingar í framtíðini kunnu fáa sóttreinsað vatn.

Arbeiðið at gera nýggjan vatnbrunn í Ánagjógv fer at kosta 2,2 milliónir krónur, og ætlanin er, at arbeiðið skal setast í gongd í summar.