Byggja upp innanífrá

Flokstingið hjá Tjóðveldisflokkinum vísti, at tjóðveldisfólk eru troytt av nógva klandrinum og rokinum í fjølmiðlunum. Men semja er um at byggja upp innanífrá, og samgonguna tosar eingin um at slíta

FLOKSTING/FRÁGREIÐNG

Tú&e.
Soleiðis ljóðar slagorðið í einari nýggjari herferð hjá Tjóðveldisflokkinum. Ætlanin varð løgd fram í Flokstinginum, ið varð hildið í Hósvík um vikuskiftið.
Laufey Blaasvær legði vegna ein fyrireikingarbólk fram Tú&e ætlanina. Bólkurin hevur til endamáls at marknaðarføra flokkin og politikkin hjá flokkinum, har Tjóðveldisflokkurin sjálvur vil sleppa at seta dagsskránna.
Hóast herferðin er fyrireikað áðrenn fundin, sigur hon nógv um, hvat varð tosað um, tá Sosialurin vitjaði Flokstingið hjá Tjóðveldisflokkinum leygardagin. Fólk vilja hava politikkin á dagsskránna og klandrið burtur.
?Vit skulu standa saman, segði Atli Eriksen, og hetta var eisini stóri boðskapurin hjá formanninum, Høgni Hoydal, í formansrøðuni.
Tað ljóðar kanska banalt og lítið spennandi at siga, at fólk vilja hava politikkin fram og klandri burtur, men hetta hevur kanska í hesum førinum eitt sindur meira innihald enn í vanligari talu.
Og ferð eftir ferð varð tosað um tað sama ? at byggja upp innanífrá. Fundurin boðaði ikki frá so øgiliga nógvum ítøkiligum politiskum ætlanum hjá flokkinum, men mest eitt ynski um at fáa arbeiðsfrið.
Hetta sást eisini ógvuliga týðuliga aftur í teimum innkomnum uppskotunum. Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag legði fram uppskot til samtyktar um, at tingmenn og landsstýrismenn hjá flokkinum skuldu halda ósemjur við hvønn annan sínamillum og innanflokka.
Eitt uppskot, sum kanska burdi verið óneyðugt, men tjóðveldisfólk eru troytt av klandri.
Men eingin er kortini vorðin so troytt ella troyttur, at tosað verður um at slíta samgongusamstarvið.
Hetta varð so at siga ikki tikið upp á tungu allan leygardagin.
Jógvan Jacobsen frá Unga Tjóðveldinum tosaði um at fáa flokkin at leggja misálit á Anfinn Kallsberg, tí hesin skikkaði sær so illa mótvegis Tjóðveldisflokkinum. Tað var kanska eisini Unga Tjóðveldið, sum stóð fyri tí nógva av tí mest atfinningarsama.
Millum annað hevði felagið eitt uppskot um at skipa soleiðis fyri, at tingmenn, t.e. fólkatingsmenn ella løgtingsmenn, bert kunnu vera í einum av hesum starvi og fulla tíð.
Kjakið gjørdist rættiliga heitt við hesum, og løgtingsmenn ? kanska serliga Heini O. Heinesen ? dámdu einki uppskotið. Kjakið var næstan ovurupphitað, tá Høgni Hoydal við stórum myndugleika fekk dempað kjakið niður. Myndugleikin hjá floksformanninum er stórur á Flokstingi, og hann vísti stundum evnir sum fáur at tosa við fjøldina.
Uppskotið vann ikki frama.
Og tað vóru eisini onnur, sum høvdu heldur neilig ting at siga um løgmann, men tað varð so at siga ikki tosað hart um at slíta samgongusamstarv, og fólk vóru sostatt eisini samd, at tað var rætt at halda fram í samgonguni.
Hóast Flokstinginum virkaði solidariskt púra samt, so vóru tað meira enn so atfinningar. Fólkavaldu umboðini hjá flokkinum fingu sum sagt serliga ábreiðslurnar fyri klandrið sína millum, og tey vóru fleiri, sum hildu, at politikkurin var vorðin ov lítið merktur av fullveldinum.

Fjølmiðlarnir
Eitt annað, sum gekk aftur oftani á Flokstinginum, vóru viðmerkingar til fjølmiðlarnar. Føroysku fjølmiðlarnir fáa ikki nøkur lovprísandi orð frá tjóðveldisfólki.
Fólk flest kendu tað soleiðis, at flokkurin var ógvuliga illa viðfarin í fjølmiðlunum.
Fjølmiðlarnir gera alt ov nógv uim skandalur og persónssøgur og lítið um politikkin. At broyta hetta verður eitt av málunum hjá flokkinum í næstum.
Ein av teimum, sum hevur verið mest frammi í fjølmiðlunum, Páll á Reynatúgvu, greiddi frá sínari støðu í sambandi við ósemju millum seg og SvF.
Hann helt seg einki skeivt hava gjørt ? bert hildið seg til avtalur, gjørdar við SvF.
Hann skeyt upp eina hólmgongu fyri opnum skíggja um málið.

Halda á
Sum heild vísti Flokstingið ein flokk, sum ikki koyrir við fullari ferð í løtuni. Fólk eru troytt at klandri, og torført er at halda mótinum uppi, men semja er um betringar. Uppmøtingin var eisini eini hundrað fólk, tá tað var mest, og hetta sigur ikki so lítið um áhugan fyri flokkinum.