Nú verður skjótt farið undir at byggja ein umlættingardepil í Havn til 25 fólk. Tað staðfesti Annika Olsen, borgarstjóri á býráðsfundi í Havn, hóskvøldið. Hon sigur, at projekteringin er byrjað og so verður arbeiðið boðið út. Heimið er í Rólantsgøtu í Hoyvík og Bergun Kass, forkvinna í eldranevndini vónar, at heimið verður liðugt næsta ár.
Men ímeðan bíðað verður eftir nýggja heiminum hevur býráðið leigað fýra umlættingarpláss á røktarheiminum á Mørkini í Streymnesi.
Røktarheimið á Mørkini er ein partur av Veks, sum er eldrasamstarvi í Norðurstreymoy og Norðureysturoy, og síðani í mars hevur Tórshavnar Býráð leigað umlættingarpláss á Mørkini til fýra havnarfólk. Men nú hevur býráðið samtykt at halda fram við samstarvinum og at leiga hesi fýra plássini eisini næsta ár.
Upprunaliga hevði Veks bjóðað Tórshavnar Býráði at leiga níggju pláss, tvey á Korndalsbýlinum á Eiði, trý á Grønanesi í Vestmanna og fýra pláss á Mørkini í Streymnesi.
Men býráðið hevði bara fýra milliónir til taks til endamálið og tað rakk bara til fýra pláss í ár. Samstundis halda tey í býráðnum, at tað er óheppið at leiga pláss í ymsum røktarheimum, tí tað krevur nógva umsiting og nógv samskifti við fleiri partar. Tí varð avgerð tikin um at leiga tey fýra plássini á Mørkini.
– At leiga fýra pláss til umlætting tekur broddin av bíðilistanum til røktarheimspláss, og tað fer eisini at stytta bíðitíðina til heimatænastuna í Havn. Samstundis sleppa sjúklingar, sum eru liðugir við viðgerðina á sjúkrahúsum, skjótari heim, siga tey í býráðnum.
Tey siga, at samstarvið við Mørkini hevur riggað væl tó at onkur hevur ikki tikið av, tí tað var ov langt at fara. Og nú hevur býráðið so samtykt at játta fýra milliónir til sama endamál næsta ár, so at fýra, ella kanska fimm havnarfólk, kunnu sleppa til umlætting hjá Veks, ella kanska onkra aðrastaðni, skuldi tað ligið betur fyri har.