Byggja um og út til tey eldru í Havn fyri 25 milliónir

Arbeiða at gera umfatandi ábøtur, og útbyggingar, á Tjarnagarð verður liðugt um eitt ár

Nú verður farið undir arbeiðið at gera umfatandi ábøtur á røktarheimið, Tjarnargarð, í Havn. Hann er illa farin og hevur tørv á umfatandi ábøtum. Men í sama viðfangi er ætlanin at byggja hann um og út, soleiðis at átta umlættingarpláss til minnisveik verða afturat. 

 

Men Bergun Kass, forkvinna í eldranevndini hjá býráðnum, sigur, at nú er ætlanin broytt, soleiðis at tað bara verða sjey umættingarpláss, men afturfyri tey so størri kømur, og hvørt sítt wc. Halla Samuelsen, býráðslimur, eldur, at tað hoyrir nútíðini til, at tey hava hvør sítt wc. 

 

Samstundis skulu økini bindast saman við einum glasbygningi og á ovaru hædd verður arbeitt við at gera ein altan, soleiðis at fólk sleppa út um í fríska luft, uttan at noyðast niður undir. 

 

Higartil hava tey á Tjarnargarði fingið mat av Lágargarði, men nú fáa tey í Tjarnargarði sín egna køk. Tað hevur stóran týdning, at køkur er á heiminum, soleiðis at tey eisini sleppa at føla angan at mati, heldur Annnika Olsen, borgarstjóri. 

 

Tilsamans kostar arbeiðið góðar 25 milliónir og á býráðnum samtykti arbeiðið endaliga at fara undir arbeiðið. Tað mesta av pengunum eru játtaðar, men nú er so tað seinasta játta, soleiðis at tað er klárt at fara undir seinastu fyrireikingarnar, áðrenn arbeiðið byrgjar.

 

Bergun Kass sigur, at tá ið arbeiðið er liðugt, hava tey 10 búpláss, sjey umlættingarpláss, umframt dagtilhald og venjingarumstøður við fysioterapeuti og ergoterapeuti. Og tað heldur borgarstjórin er rættiliga slóðbrótandi á eldraøkinum.