Fótbóltur
Líka síðani Todi Jónsson saman við øðrum íleggjarum keypti sær ræði á Fremad Amager, sum nú er partur av FC Amager, hevur verið tosað um at byggja nýtt stadion á donsku høvuðsstaðaroynni.
Fyri nøkrum mánaðum síðani eydnaðist eisini at seta Brian Mollerup í stjórastjóin í nýggja felagnum, og nú tykist veruligt kjørt vera komið upp á ætlanirnar.
Berlingske Tidende skrivar í morgun, at nýggja felagið hevur í umbúna at byggja eina sonevnda multi-arena við 50.000 sitiplássum úti á Amager. Enn er einki upplýst um kostnaðin av ætlanini, men Kommunan í Keypmannahavn hevur sagt, at teir vilja veita eitt stuðulslán upp á 200 milliónir sum part av fígginginin. Og í september skal avgerð ætlandi takast um, hvør verkætlan skal fáa stuðulslánið.
Todi Jónsson, stjóri í FC Amager, sigur seg illa kunna gera nakrar ítøkiligar viðmerkingar til ætlanina, men hann sigur, at tey avgjørt vóna at gerast partur av ætlanini.
- 50.000 fólk er ikki akkurát tað, sum vit síggja fyri okkum í FC Amager her og nú. Men vónandi kunnu vit fáa fleiri fólk inn til dystir í framtíðini, so hvørt sum felagið veksur.
- Men tað er greitt, at FC Amager einsamalt ikki hevur nakran møguleika at bera eina slíka ætlan. Tað er eisini tí, at hetta eitur multi-arena. Tað fevnir rættiliga breitt, og tí er talan um hópin av øðrum tiltøkum, sum ætlandi skulu hýsast har, uttan at eg tó fái sagt ítøkiliga, hvørji onnur tiltøk talan kann verða um, sigur Todi Jónsson.
Sum skilst, so eru tað fleiri, sum eru um boðið at fáa atgongd til tær 200 milliónirnar. Verður tað tykkara projekt, sum fær endaligu góðkenningina. Fara tit so alt fyri eitt víðari í tykkara ætlanum?
- Tað er ætlanin. Nú hava vit arbeitt rættiliga intenst við hesum seinastu tíðina, so sjálvandi vóna vit, at vit nú veruliga kunnu seta turbo á arbeiðið, sigur Todi Jónsson.