Í Skotlandi ætlar alifelagið FishFrom at byggja eina alistøð uppi á landi, og sambært Seafood Source verður hetta tann størsta landalistøðin í heiminum.
Ætlanin er at byggja ein 15.000 fermetrar stóran bygning, sum skal hýsa alistøðini, og gongst sum ætlað, skal støðin taka 3.000 tons av laksi um árið. Vøran skal seljast handilsketum so sum Marks og Spencer, Waitrose og Youngs Seafood.
Eydnast tiltakið væl, umhugsa eigararnir at byggja eina líka stóra alistøð afturat aðrastaðni í Skotlandi.
Seafood Source skrivar, at umhvørvissamtakið Atlantic Salmon Trust hevur givið skotsku ætlanini sítt viðmæli, tí at her er talan um umhvørvisvinarliga aling, ið ikki órógvar tann villa laksin.