Byggja raðhús í Eiðis kommunu

Anfinnur Kruse, byggimeistari, hevur í fyrstu atløgu ætlanir um at byggja trý raðhús á Eiði og seks í Svínáum

Bygging

Skulu fólk seta búgv í eini kommunu, er í fyrsta lagi neyðugt, at kommunan hevur grundøkir at vísa á.
Tordur J. Niclasen, borgarstjóri, sigur, at kommunan hevur eina útstykking í Gerðum á Eiði, sum er vestanfyri ítróttarhøllina. Her eru 14 grundøkir, sum øll eru umbiðin ? og fyrsta byggiloyvið er givið.
Í Svínáum er eisini áhugi fyri at byggja, og har eru seinastu tíðina eini trý grundøkir seld, harav tey fyrstu hava fingið byggiloyvi.

Byggir raðhús

Síðan seinast í sjeytiárunum hevur verið tosað um at byggja raðhús í Eiðis kommunu, og nú er líkt til, at henda ætlan verður førd út í lívið. Hvussu umfatandi henda bygging verður, veldst um áhugan.
Anfinnur Kruse, byggimeistari, sum eisini er limur í Eiðis bygdaráði, hevur gjørt eina ætlan, sum í fyrsta lagi byggir á, at trý hús verða bygd á Eiði og seks í Svínáum.
- Hesi húsini eru øll eins ? við stovuhædd, lofti og bilhúsi, sum er millum húsini.
Byggimeistarin sigur, at stovuhæddin er 95 fermetrar og loftið 70 fermetrar. Aftrat hesum kemur bilhúsið, sum er 40 fermetrar.
- Øll húsini verða eins innrættað við fýra kømrum umframt hjúnarrúmi, grovkøki og køki og stovu í einum. Tó ber til hjá fólki, sum ynskja sær eini slík hús, at fremja ávísar broytingar, um tey ynskja tað.
Anfinnur sigur, at húsini verða latin liðugt smíðað - við øllum instalatiónum, eitt nú hita, saniteti, el og øllum hvítvørum.
- Tað einasta, sum fólk sjálvi skulu gera, er tapetserings-og málaraarbeiði, sigur byggimeistarin.

Áhugi er

Hann vísir á, at húsini verða bygd sambært teimum krøvum, ið sett verða til slíka bygging.
Spurdur, hvussu nógv hús talan kann gerast um, sigur hann, at tað veldst um áhugan.
- Eg havi merkt, at áhugi er fyri hesi bygging, men hvussu stórur hann er, kemur tíðin at vísa, nú almenningurin fær kunnleika um henda møguleika, sigur byggimeistarin, ið hevur arbeitt sum sjálvstøðugur byggimeistari í eina fjórðings øld.
Anfinnur Kruse sigur, at byggitíðin til eini slík sethús verður einar 3-4 mánaðir.
Tordur J. Niclasen, borgarstjóri, sigur, at Eiðis bygdaráð stuðlar Anfinni av fullum huga við hesi nýskapandi sethúsabygging í kommununi.
- Vit halda, at hetta er eitt áhugavert stig, sum nú umsíðir gerst veruleiki í kommununi, sigur borgarstjórin.