Byggja pyramidu í París

Býráðið í París samtykti í gjár at játta einum felagi at byggja eini háhús í býnum, og er hetta tað fyrsta háhúsið, sum verður bygt í franska høvuðsstaðnum síðani í sjeytiárunum. Tað kemst av, at tey seinastu 30 árini hevur tað ikki verið loyvt at byggja hús, sum eru hægri enn 37 metrar.

Sveisisku arkitektarnir Jacques Herzog og Pierre de Meuron hava teknað háhúsið, ið verður sum ein pyramida, og sum skal standa undir liðini á ráðstevnubygninginum Porte de Versailles, sum er sunnan fyri tornini Eiffel og Montparnasse.

Bertrand Delanoe, sum er borgarstjóri í París, sigur við franskar fjølmiðlar, at tað nýggja háhúsið verður umhvørvisvinarligt og harafturat sera vakurt á at líta.

Tað er felagið Unibail, sum letur húsið byggja, og tað skal hýsa skrivstovum, ráðstevnuhølum og einum hotelli. Gongst sum ætlað, verður tað liðugt í 2012.