Byggja nýggjan barnagarð

Runavíkar Kommuna hevur lagt stykki av til nýggjan barnagarð, sum ætlanin er at byggja á friðaligum øki oman fyri Stokkastovuna

Gongur tað, sum Runavíkar Kommuna vil, verður nýggjur barnagarður bygdur í næstu framtíð.

Runavíkar Kommuna hevur latið Almannastovuni ætlanina, og bíðað verður nú eftir svari haðani.

Tað ganga 60 børn í barnagarðinum og vøggustovuni, sum á dag heldur til í niðastu hædd í húsunum, har eisini Postverkið heldur til.

Av teimum 60 børnunum eru 12 vøggustovubørn, meðan restin er í barnagarðinum. Stovnurin er normeraður til 54 pláss, men av tí, at onkur børn eru hálvan dag, sleppa fleiri framat.

At ansa hesum børnunum eru 12 føst starvsfólk. Umframt eru fastir stuðlar til fimm av børnunum, sum ganga í barnagarðinum.

Hesi hølini eru iki tey best egnaðu til endamálið, sigur Fríða Lómstein, leiðari. Av tí, at hølini eru í kjallaranum, er øll ovara síðan undir jørð.

Barnagarðurin og vøggustovan liggja við høvuðsvegin, so har eru ikki bestu umstøður at hava slíkan stovn. Og verri verður, tá nýggjur vegur til tunga ferðslu verður gjørdur gjøgnum fjøruna niðanfyri

Sum er, sigur Fríða Lómstein, verður fjøran nógv brúkt. Tað er í løtuni sera væl umtókt at fara oman í fjøruna at fanga krabbagággur. Men fjørðurin er so mikið dálkaður, at tað livir ikki tað stóra í fjøruni.

Sum so manga aðrastaðni er eisini langur bíðilisti til tey plássini, sum eru á stovninum. Í løtuni standa 42 børn á bíðilistanum.

Nýggi stovnurin verður heldur størri, sigur Fríða Lómstein, stovnsleiðari.

Hann verður býttur upp í tvær stovur til 10 vøggustovubørn hvør, og tvær barnagarðsstovur til 12 ella 14 børn hvør. Eisini er ætlanin at hava eina stovu bara til børn, sum eru hálvan dag. Talið har verður eisini 12 - 14, soleiðis at út móti 30 børnum kunnu gera nýtslu av hesum plássum.

Fríða Lómstein, stovnsleiðari, sigur, at umfram barnagarðin er eisini dagrøkt í kommununi. Dagrøktin er normerað til 65 børn.

Fríða Lómstein sigur, at samarbeiði er millum barnagarðin og dagrøktina. Milum annað í uppskrivingini.