Byggja nýggja ítróttarhøll á Argjum

Hon skal byggjast upp í skúlan á Argjahamri og farið verður undir arbeiðið beinanvegin

Nú verður farið undir at byggja ítróttarhøll á Argjum.

 

Tað hevur Tórshavnar Býráð samtykt í gjárkvøldið.

 

Høllin skal byggjast við Skúlan á Argjahamri, har fimleikahallirnar nú verða gjørdar til eina ítróttarhøll. Talan er um eina skúla- og venjingarhøll, men kortini verða sitipláss til 210 fólk.

 

- Veruleikin er, at tað er so stórur tørvur á ítróttarhallum í Havn, at tað er ómøguligt at nøkta tørvin, staðfestir Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini hjá býráðnum.

 

Farið verður undir arbeiðið beinanvegin, og gongst sum ætlað, verður ítróttarhøllin á Argjum klár at taka í nýtslu um eitt gott ár.

 

- Tað fer at gera umstøðurnar hjá øllum feløgunum í Havn munandi betri at venja og at skipa fyri dystum og kappingum, sigur Helena Dam á Neystabø.

 

Hon leggur afturat, at høllin verður soleiðis innrættað, at hon eisini kann hýsa kurvabólti, sum er vaksandi ítróttargrein í Føroyum.  

 

Sostatt skulu 685 fermetrar byggjast upp í skúlan á Argjahamri, soleiðis at tað ber til at gera ein hondbóltsvøll á 20 x 40 metrar.

 

Sostatt hevur Tórshavnar Býráð nú samtykt at gera sáttmála við MAP arkitektar og TG verk um byggingina, sum fer at kosta 18,5 milliónir krónur.