Byggja landingarmiðstøð á Tvøroyri

Tvøroyrar kommuna hevur planerað grundøkið sunnanfyri flakavirkið og hevur givið prinsipielt byggiloyvi.
<DPTAB>    - Enn er málið í stoypiskeiðini, sigur Gudmund Mortensen.

Fiskivinna

Fyrr í vár varð felagið, P/F Landingarmiðstøðin á Tvøroyri, stovnað.
John Nielsen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya á Toftum, sigur, at tað eru skipini og vinnulívið í Suðuroynni og Fiskamarknaðurin, sum hava stovnað hetta felag og ætla at byggja eina landingarmiðstøð.
Felagið er tó ikki lýst enn.
- Tvøroyrar kommuna hevur givið prinsipielt byggiloyvi á einum øki sunnanfyri flakavirkið, har ætlanin er, at landingarmiðstøðin skal byggjast.
Enn er ikki endaliga avgreitt, hvør skal eiga bygningin, men í luftini liggur, at tað verður felagið, sum nú er stovnað.
- Onkur hevur tó bjóðað sær at byggja bygningin og leiga hann út til felagið, sum skal reka landingarmiðstøðina, men enn er hesin spurningurin ikki endaliga avgreiddur, sigur John, sum tó væntar, at tað verður felagið sjálvt, sum fer at eiga bygningin.
Hann vísir á, at arbeitt hevur verið við ætlanini um landingarmiðstøð allan vetur, men enn eru ikki øll viðurskifti fingin uppá pláss.


Eingin tíðarætlan

Gudmund Mortensen á Tvøroyri, sum er ein av monnunum aftanfyri ætlanina, sigur, at eingin tíðarætlan fyriliggur enn, nær ætlaða virksemið áTvøroyri kemur í gongd.
- Eg vil siga, at málið er enn í stoypiskeiðini, men arbeitt verður fram ímóti, at landingarmiðstøðin gerst veruleiki.
Hann vísir á, at hetta er eitt projekt, sum í fyrsta lagi skipini og vinnulívið í Suðuroy taka stig til, men ætlanin er, at Fiskamarknaður Føroya á Toftum skal umsita landingarmiðstøðina áTvøroyri eins og í Vági, Sørvági og Klaksvík .
Felagið, har Gudmundur er stjóri, N. J. Mortensen, eigur trolararnar, Rasmus Effersøe og Rankan og garnaskipið, Nim.


Bert ein
uppboðssøla

John Nielsen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya á Toftum, váttar, at tað verður Fiskamarknaðurin, sum ætlandi kemur at umsita landingarnar og søluna av fiskinum á Tvøroyri.
- Hetta verður á sama hátt sum eitt nú í Klaksvík. Har umsita vit bæði tann partin, sum seldur verður á uppboði og tann partin, sum virkini keypa beinleiðis frá skipunum.
Stjórin vísir á, at Fiskamarknaður Føroya hevur eina avtalu við Kósina um, at marknaðurin avgreiðir øll viðurskifti í sambandi við landingarnar ? eisini, tá ið Kósin keypir fiskin beinleiðis frá skipunum.
- Eg haldi, at fólk hava lyndi til at blanda tingini saman. Vit hava bara eina uppboðssølu í Føroyum, og hon er á Toftum. Hitt eru landingarmiðstøðir, har Fiskamarknaðurin tekur sær av tí praktiska. Tískil er eingin uppboðssøla í Klaksvík, men ein landingarmiðstøð, sigur hann.
John endurtekur, at ein landingarmiðstøð tekur sær av at fáa fiskin uppá bryggjuna, meðan restin gongur fyri seg á skrivstovuni á Toftum.


Heldur fram
í Vági

Spurdur, hvussu verður við landingarmiðstøðini, sum er í Vági, sigur John, at hon heldur fram sum higartil.
- Endamálið við landingarmiðstøðini á Tvøroyri er í fyrsta lagi at fáa fatur á
skipunum har á staðnum og teimum, sum eru heimahoyrandi í Hvalba. Miðstøðin í Vági tekur sær meira av útróðrarfiskinum, og tað fer hon framhaldandi at gera, sigur John Nielsen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya á Toftum.