Tórshavnar Býráð umhugsar nú at byggja eina nýggja, dupulta ítróttarhøll á ítróttarøkinum í Gundadali Tað er greitt, eftir at tað vísir seg at vera munandi dýrari at umvæla høllina á Hálsi. Upprunaliga metti býráðið at tað fór at kosta millum 40 og 42 milliónir krónur at umvæla Høllina á Hálsi. Men tá avtornar, og tilboðini eru latin upp, vísir tað seg at kostnaðurin verður umleið 60 milliónir krónur. Tó kann arbeiðið gerast fyri umleið 55 milliónir krónur, um so eg at allar umvælingar verða gjørdar í einum og høllin stongd hetta tíðarskeiðið.
Økti kostnaðurin hevur fingið Tórshavnar Kommunu at umhugsa alternativar møguleikar - nevniliga at byggja eina nýggja høll ístaðin. Ein nýggj ítróttar- og samkomuhøll, ið er bygd sum ein dupult høll, er leystliga mett til at kosta 60 milliónir krónur. Tó slepst ikki undan at gera ábøtur á Ítróttar- og Samkomuhøllina á Hálsi, ið er nærum 40 ára gomul.
Býráðið, umsitingin, arkitektar, bygginevndin, og hallarnevndin skulu umrøða spurningin seinnapartin.