Byggja eina perlu mitt í Norðragøtu

Væntandi verður klárt at flyta inn um eitt gott ár

Gongst sum ætlað, verður arbeiðið at byggja nýtt býráðshús í Norðagøtu, bjóðað út í næstum.

Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, sigur, at nýggja ráðhúsið, sum skal standa við Oyruna í Norðragøtu, er mett at kosta einar 14 milliónir og at ætlanin er at seta pening av á fíggjarætlanini til endamálið.

Hetta verður samstundis størsta einstaka íløgan hjá kommununi næsta ár.

 

Borgarstjórin sigur, at tá ið tey fóru at hugsa um at byggja nýtt ráðhús, gjørdu tey sær eisini greitt, at húsið skuldi ikki bara vera ein ferhyrntur kassi.

- Tað skuldi vera nakað heilt serligt, eitt staðarmerki fyri Gøtu, sum fólk løgdu meerki til, tá ið tey komu til bygdina.

Og hann ivast ikki í at húsið, Sum Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, hevur teknað, lýkur øll tey krøvini.

Talan er um eitt heilt serligt hús, sum verður bygt tvørtur um Eiðisá. Samstundis sum at talan verður um ett býráðshús, verður tað eisini brúgv tvørtur um ánna, tí takið gongur niður í jørðina báðu megin og ætlanin er, at tað skal vera gongugøtan tvørtur um ánna.

Húsini høgrumegin býráðshúsið, verða ikki bygd nú, men tey eru við í eini framtíðar mistaðarætlan fyri Gøtu.

 

Nýggja ráðhúsið er einar 600 fermetur til støddar og skal hýsa umsitingini og býráðnum hjá Eysturkommunu.

 

Í húsinum er móttøkuhøll við snarskivu, býráðssalur, skrivstovur og fundarhøli, umframt umframt goymsla og annað.