Eysturkommuna skrivaði í gjár undir eina avtalu við lokala arkitektafelagið Ósbjørn Jacobsen Arkitektar um at stand fyri nýbyggingini av dagstovninum Gjáa við Gøtugjógv. Tað boðar kommunan frá á heimasíðu síni.
Tað er eisini Ósbjørn Jacobsen Arkitektar, ið hava teknað nýggja barnagarðin, ið væntandi verður liðugur á heysti 2020.
- Eysturkommuna skrivaði út arkitektakapping í 2017, og tað vóru Ósbjørn Jacobsen Arkitektar, sum vunnu kappingina. Nú verður so farið í gongd við at gera eitt skipanaruppskot. Ætlanin er so, at byggingin skal byrja í februar 2019, og at bygningurin verður klárur at taka í brúk á heysti 2020, skrivar kommunan á heimasíðuni.
Dagstovnurin Gjáa hevur sum nú er pláss fyri 56 børnum, men við hesi nýbyggingini verður pláss fyri 100 børnum. Sjálv verkætlanin er mett at kosta 35 milliónir krónur.
Um nýggja bygningin skrivar Eysturkommuna fylgjandi:
- Vinnandi uppskotið til arkitektakappingina fevndi um ein bygning í tveimum hæddum, lagdar oman á hvørja aðra við eini forskjóting. Bygningurin er lagdur inn í lendið. Vøggu-stovurnar liggja í ovara partinum og barnagarðurin í niðara partinum. Oman á bygninginum eru útirúm og parkering umframt eitt torg við stutttíðarparkering og avseting.
- Bygningarnir eru bundnir saman við einum dupulthøgum rúmi, sum gongur frá ovasta enda av bygninginum til niðasta enda. Hetta rúm, ið er miðhøllin og virkisrúm, fær dagsljós inn frá báðum endum og í miðjuni.
- Hesin bygningurin ger, at sum minst verður tikið burtur av lendinum, og havin við trøðum omanfyri kemur til sín fulla rætt.
- Uttandura millumrúmini millum stovurnar, har vindeygu eru, binda stovurnar saman tvørtur um útipartin á ein hátt, sum skapar opinleika og økir um nýtslumøguleikar og upplivilsi. Hartil hava stovurnar góðan sólargang tað mesta av degnum.











