Atljóða samstarv
Londini, sum liggja við Atlantshav, hava nógv, sum tey áttu at samstarva um. Og tað verður av álvara roynt at bryggja brýr ímillum hesi londini.
Í gjár var ein ráðstevna í Skotlandi, har umboð í Føroyum vóru við og endamálið við hesi ráðstevnuni er júst at menna samstarvið ímillum hesi londini, ið liggja við Atlantshav. Hugsað verður um Føroyar, Ísland, Grønland, Skotland, Hetland, Orknoyar, Suðuroyggjar og Írland, men eisini heilt vestur um hav til Ný Fundland.
? Hetta er eitt gylt høvi hjá okkum at knýta bond ímillum føroyingar og aðrar tjóðir í útnorðri sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í Norðurlandamálum, sum var við á ráðstevnuni.
Annars er Jógvan á Lakjuni, formaður í útnorðurráðnum og Katrin Dahl Jacobsen, varalimur hjá Jóannes Eidesgaard í Norðurlandaráðnum, eisini við úr Føroyum á ráðstevnuni.
Tað er Ráðharraráðið í Norðurlandaráðnum og tingið í Skotlandi sum skipa fyri ráðstevnuni undir heitinum Størri samstarv í útnorðri.
Stórur dentur
Størri samstarv í útnorðri er ett mál, sum føroyingar hava lagt stóran dent á.
? Seinastu árini hevur Norðurlandaráðið gjørt nógv burturúr at víðka samstarvið til grannalondini. Men higartil hevur bert verið tosað um grannalondini hjá teimum stóru londunum, eitt nú Baltalond, Russland og ES.
?Hinvegin hava vit sagt, at skulu Norðurlond ikki detta av um tvøran og skulu vit framyvir síggja Norðurlond sum eina heild, má samstarvið við triðjalond eisini umfata grannalondini hjá okkum í útnorðri, Føroyum, Íslandi og Grønlandi, sigur Høgni Hoydal.
? Tí eru vit fegin um, at Norðurlandaráðið tekur undir við okkum í hesum og seinastu tíðini eru fleiri stig tikin, fyri at fremja samstarvið í útnorðri.
Høgni Hoydal sigur, at sostatt gongur rætta vegin og nú hevur Norðurlandaráðið samtykt at seta eina nevnd at kanna, hvussu tað ber til at styrkja leiklutin hjá londunum í útnorðri og samstarvið ímillum londini í útnorðri og grannalondini hjá teimum.
Hann leggur afturat, at tey ensktmæltu londini framvið Atlantshavi eru eisini ógvuliga áhugað í at styrkja samstarvið.
Sjálvsagt
Høgni Hoydal heldur, at tað er sjálvsagt at londini við Atlantshav samstarva, tí tað eru nógv øki, har tað er ein fyrimunur fyri øll, at tey finna eitt felags stev.
Eitt nú verður hugsað um havumhvørvið og um, hvussu havsins ríkidømi verður best gagnnýtt. Men hugsað verður eisini um mentanarligt og handilsligt samstarv.
Hann sigur, at í løtuni er ikki ætlanin at skipa eitt formligt samstarv ímillum hesi londini, eins og Norðurlandaráðið.
? Men vit ætla at fáa í lag árligar fundir ímillum politisk umboð úr øllum hesum økinum og at menna samstarvið tann vegin, sigur Høgni Hoydal.
Hann leggur afturat, at kemur verulig gongd á hetta samstarvið, er tað ein veldugur fyrimunur fyri tey londini í útnorðri, sum ikki eru limir í ES.
?Fáa vit eitt samstarv ið Skotlands, kann hetta verða eitt portur hjá okkum inn í ES og eitt portur til samstarv við ES, hóast vit ikki eru limir.
Sum eitt dømi um tað, nevnir hann granskingarsamstarvið ið nevnist ?Norrøni Útjaðarin? , har bæði Skotland, Føroyar og Ísland eru við og betala hvør sín part av útreiðslunum. Men tað er eitt samstarv, sum ES eisini letur stuðul til, hóast vit ikki eru limir.
? Tað er henda vegin, vit spakiliga skulu byggja eitt slíkt samstarv út, heldur Høgni Hoydal.
Og so leggur hann afturat, at tað er heldur ikki at forsmáa, at bæði Føroyar og Ísland eru í bólki við Skotlandi í undankappingini í fótbólti, tí eisini tað er við til at knýta bond.