Byggisamtykt má broytast í Flatnahaga

Hóskvøldið skal Tórshavnar býráð taka støðu til, um byggisamtyktin fyri Flatnahaga skal broytast í sambandi við at seks vindmyllur nú skulu setast upp í Flatnahaga

Í mai í fjør varð samtykt at geva tilsøgn til, at vindmyllur kunnu byggjast í Flatnahaga. Mett varð, at tað var hóskandi at seta fleiri vindmyllur á økið, sum frammanundan hevur vindmyllur.

Ætlanin er at seta seks vindmyllur av slagnum Enercon E82 upp í økinum. 76 metrar eru upp til tornið á hesum og breiddin á veingjunum er 82 metrar. Soleiðis eru tær nakað størri enn vindmyllurnar í Húsahaga, sum eru 67 metrar.

Øki liggur í fjóðra grundumráði, sum millum annað skal nýtast til landbúnað og frílendi. Tí skal øll bygging gerast sambært serstakari byggisamtykt. Haraftrat er teknisk útgerð, sum Arktisk Kommando hevur ræði á, á lendinum. Tryggjast má tí, at vindmyllulundin ikki órógvar virksemið hjá Arktisk Kommando.

Málið er avgreitt í byggi- og býarskipanarnevndini.