Týsdagin seinnapartin vóru fimm sáttmálar undirskrivaðir við entreprenørar, sum skulu standa fyri bygging av Landssjúkrahúsinum. Arbeiðið, sum byrjar 7. mei, er mett at kosta 92 milliónir krónur, og tað skal eftir ætlan verða liðugt um trý ár. Fundamentið er liðugt, og tí kann arbeiðið uppá sjálvan bygningin fara í gongd.
Tað er Landsverkfrøðingurin, sum skal umsita byggingina fyri Vinnumálastýrið. Tað var annars Almanna- og Heilsumálastýrið, sum legði lunnar undir arbeiðið, men síðani er skipanin broytt soleiðis, at Vinnumálastýrið skal hava allar bygningar í landinum um hendi. Tí var tað Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum, ið handaði Oyvindi Brimnes sáttmálarnar, sum hann síðani undirskrivaði.
Phil & Søn skal standa fyri byggiarbeiðinum, Glentco skal standa fyri hita og ventilatión og KB el-teknik hevur fingið arbeiðið at leggja streymin. Árni Winther, arktitektur hevur teknað, og verkfrøðingarnir hava verið frá Landsbyggifelagnum, P/F Sofus M. Jakobsen og íslendska verkfrøðingafelagnum Vsó.