Byggimeistari skal takast

Mundugleikarnir í Turkalandi leita nú eftir byggimeistaranum, sum stóð fyri arbeiðinum at byggja skúlan, sum rapaði í jarðskjálvtanum seinasta hósdag. 84 børn og ein lærari, sum vóru í skúlanum, doyðu.

Ríkisákærin í Ankara, Ali Erbay, heldur, at byggimeistarin er sekur, og kemur rætturin til somu niðurstøðu, kann maðurin fáa upp í fýra ára fongsul.

Vanlukkan hevur elvt til nógv orðaskifti í Turkalandi. Víst verður á, at umfatandi korrupsjón og líkasæla hava gjørt, at nógvir almennir bygningar eru als bygdir eftir umstøðunum í jarðskjálvtaøkjum. Tað hevur millum annað víst seg, at byggimeistarar, sum hava bygt fyri tað almenna, hava nýtt ov vánaligt tilfar, uttan at tað almenna byggieftirlitið hevur lagt uppí.