Byggið verðsins størstu vindmyllu á Sumbiarstein og gloymið íslandskaðalin fyribils

Í nakrar vikur hevur loysunarorðið í føroyskum orkupolitikki verið ein el-kaðal til Íslands. Ført hevur verið fram, at hetta loysir upp fyri føroyskum fiskiskipum viðvíkjandi Kyoto-kravinum * hvør skal siga, so kunnu tey halda fram við at dálka. Eisini sigur Vinnuvitan í stórari yvirskrift frá ráðgevingini hjá landsstýrinum, at íslandskaðalin økir um møguleikarnar við vind- og alduorku, tí undirstøðukervið verður styrkt. Undarligt at blaðmaðurin á Vinnuvitan ikki setur spurnartekin við hesa øvugtu grundgeving

Tíbetur er onkur, sum enn hevur beinini á jørðini. Í sjónvarpssending herfyri staðfesti umboðið hjá SEV, at um vit skulu fáa el-megi úr Íslandi, so mugu vit fyrst hava 100% backup í Føroyum. Hetta er satt sum tað er sagt, tí fer ein trolari avstað við kaðalinum ella kemur kinkur á av øðrum orsøkum, so sita allir føroyingar við køldum afturparti í bølamyrkri. Eisini sjónvarpsverturin í samrøðu við nýggja SEV-stjórðan hevði fatur í rætta endanum, tá hann setti spurnartekin við, um tað er rætt, at avbrótarin er í einum øðrum landi.

Íløgan í ein íslandskaðal, tann longsta av sínum slag í heiminum, er mett at kostað útvið 2 milliardir krónur. Her skal havast í huga, at hetta er bara fluttningurin - vit eiga framvegis ikki framleiðslutólini og mugu keypa ta orku, sum skal flytast gjøgnum kaðalin. Fyri sama pening kundu vit bygt nakrar stórar vindmyllur, sum nøktaðu allan okkara tørv til upphiting og el-nýtslu. Heldur enn at kannað møguleikar fyri einum kaðali, áttu vit at kanna hvussu verðsins størsta vindmylla á Sumbiarsteini kann knýtast í SEV-netið í Vestmanna ella á Eiði, so at vindorka kann arbeiða saman við vatnorku. Pf Røkt í Vestmanna hevur eisini víst á, hvussu vindur og vatn kann samarbeiðast til eina støðuga orkukeldu.

Orsakað av vindviðurskiftum gevur ein vindmylla í Føroyum dupulta orkuframleiðslu um veturin í mun til um summari. Hetta samsvarar perfekt við orkutørv til upphiting av sethúsum. Vindviðurskiftini í Føroyum gera, at ein vindmylla her framleiðir næstan dupult so nógva orku, sum ein líknandi vindmylla í t.d. Danmark.

Tí eiga fyrireikingar til ein el-kaðal úr Íslandi til Føroya at steðga, til stungið er út í kortið, hvussu vind- og vatnorka verða útbygd og samankoyrd her á landi, so at allur tørvur til bæði upphiting og el-nýtslu verður nøktaður við hesum báðum varandi orkukeldum.

Nólsoy 26/11-07