Byggið vaktar- skipið í Føroyum

LANDSSTÝRISMAÐURIN í fiskivinnumálum hevur boðað frá, at fiskimálastýrið mælir til at smíða nýtt vaktar- og bjargingarskip í Noregi. Grundgevingin er fyrst og fremst hon, at tað er einar 20 milliónir bíligari at smíða í Noregi enn í Føroyum.

 

HELDUR ikki tær búskaparfrøðiligu kanningarnar siga, at tað loysir seg at smíða skipið í Føroyum. Grundgevingarnar eru m.a., at skipasmiðjurnar mugu siga annað arbeiði frá sær og harafturat verður kanska neyðugt at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya fyri at kunna gera arbeiðið. Hesum hevur stjórin á Tórshavnar Skipasmiðju víst aftur. Í tí sambandi hevur hann víst á týdningin, sum tað hevur, at føroyskir skipasmiðir sleppa at royna seg, fáa nýggjar avbjóðingar og í heila tikið duga nútímans skipasmíð.

Í KREPPUÁRUNUM, tá einki skip varð smíðað, gluppu kanska fleiri árgangir av skipasmiðjum okkum av hondum. Nú eru so aftur nøkur smærri skip smíðað ? ferja og løgreglubátar ? og tað kann gerast stórt afturstig, um stígur aftur kemur í føroyskt skipasmíð.


HER skal ikki komast inn á búskaparligu spurningarnar. Men í stuttum skal vísast á, at allur skattur og meirvirðisgjald fellur til føroyska samfelagið. Harafturat kemur so umsetningurin í hjálpar- og hjávinnum. Allir hesir »ringvirkningar« ávirka føroyska samfelagið positiva vegin. Í minsta lagi 20 milliónir. Og harafturat læra skipasmiðir okkara nakað nýtt. Vanliga verður sagt, at besta íløgan í einum samfelagi, er íløgan í útbúgving. Hetta má eisini galda handverk og ikki bara hægri ella miðnámsútbúgvingar.


HARAFTURAT kemur tann kensluligi spurningurin. Tað hevur sanniliga týdning, at nýggja vaktar- og bjargingarskipið er smíðað í Føroyum. Her skal ikki verða sagt, at tað skal gjaldast fyri stoltleika í øllum viðurskiftum, men tað hevur ein moralskan og eggjandi týdning at kunna vísa, at hetta eru føroyskir handverkarar og føroyskar skipasmiðjur førar fyri at avrika. Eitt slíkt avrik kann gerast góð reklama fyri føroyskt skipasmíð. Og allir tilvitandi føroyingar eru greiðir yvir, at neyðugt er at menna føroyska vinnu, føroyska búskapin, nú fullveldið stendur fyri framman!!!