Tórshavn: Íbúðirnar fara at kosta millum 600.000 krónur og 4,5 milliónir krónur. Støddin verður millum 46 fermetrar og slakar 200 fermetrar. Hesar íbúðirnar upp á 200 fermetrar vera marglætis íbúðir, og tað eru tær sum fara at kosta 4,5 milliónir krónur.
Raðhúsini fara at kosta millum 2,4 og 2,9 milliónir krónur, og verða tvey snið at velja í millum. Annað modellið verður 149 fermetrar til støddar, og hitt modellið verður 133 fermetrar við einum óinnrættaðum kjallara upp á 74 fermetrar.
Bygt verður í fýra byggistigum. Jørðarbeiðið byrjar í dag, og fyrsta byggistig skal ætlandi vera liðugt á vári 2009. Tá skulu 32 raðhús og 5 íbúðarbygningar við tilsamans 45 íbúðum standa klárar.
Tá øll verkætlanin er liðug um árskiftið 2011/2012 standa gott 200 raðhús og 76 íbúðir skamt frá Argjabygd, stutt norðan fyri Hamaran.
Pakkaloysn
Byggiharri er Valbjørn Dalsgarð og saman við Selmar Nielsen, arkitekti, er hann høvuðsmaðurin handan stóru byggiætlanina, sum er tann størsta av sínum slag í Føroyum nakrantíð.
Ein ætlan sum inniber, at tað um góð tvey ár standa 77 bústaðir klárir at flyta inn í úti á Argjum.
– Talan verður um eina pakkaloysn frá byrjan til enda, sigur Valbjørn Dalsgarð, byggiharri, so tað vera bara møblar, sum skulu inn í bústaðirnar aftrat, tá teir eru keyptir.
Arkitektur og ráðgevi í verkætlanini er Selmar Nielsen.
– Býlingurin verður býttur í tveir partar, og í hvørjum av býlingunum verður eitt grønt øki, segði Selmar Nielsen á tíðindafundinum í høvuðssætinum hjá Eik Banka úti við Strond í Havn.
Hann greiddi nærri frá staklutum í verkætlanini. Millum annað, at býlingurin skal hava sína egnu hitamiðstøð, og á tekjuni á henni kemur ein lítil fótbóltsvøllur at liggja, til børnini at spæla á.
Eisini segði hann frá, um hvussu húsini koma at síggja út.
– Vit hava gjørt eina varieraða framsíðu av húsunum móti býnum. Niðan eftir verður so sólterassa og eitt bilskýli. Allastaðni vera stór vindeygu við góðum útsýni yvir Nólsoyarfjørð, segði Selmar Nielsen og legði dent á, at bæði íbúðirnar og raðhúsini fara at hava eitt flótandi rúmforløb, sum hann rópti tað.
Selmar Nielsen segði, at teir valdu at nýta viðlíkahaldsfrítt tilfar so nógv sum gjørligt.
– Tað verður lætt at viðlíkahalda húsini, segði Selmar Nielsen sum eisini staðfesti, at stóru vindeyguni halda til føroyska veðurlagið.
Alt jørðarbeiði í einum
Høgni Lauritsen er verkætlanarleiðari og kundi boða frá, at jørðarbeiði byrjar í dag, og so verður sprongt og planerað. Høgni Lauritsen segði, at alt jørðarbeiðið verður gjørt um eina leið, soleiðis at tey sum flyta inn, tá fyrsta byggistig er liðugt, ikki verða órógvaði av tungari ferðslu og tí sum har til hoyrir, tá jørðarbeiði vanligt verður gjørt.
Somuleiðis greiddi hann frá, at teir fara at nýta elementir í so stóran mun tað er gjørligt. Gongst sum ætlað, byrjar uppsetingin av teimum longu komandi ár.
Skúli og barnagarður á økinum
Við á tíðindafundinum í morgun vóru bæði borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu, Heðin Mortensen, og varaborgarstjórin og formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini, Jógvan Arge.
– Tað er ein kærkomin løta nú arbeiðið verður sett í gongd, segði varaborgarstjórin. Hann tosaði um stóra trýstið á bústaðarmarknaðinum í høvuðsstaðnum og segði, at tað ikki er líkt til, at hetta trýst fer at linka komandi árini.
– Ætlanin á Argjum passar sum fótur í hosu við ætlanirnar hjá kommununi, staðfesti Jógvan Arge og segði, at kommunan alla tíð hevur tikið undir við ætlanini. Ja, enntá skunda undir arbeiðið, so tað ikki skal draga út.
Jógvan Arge vísti á, at í hesi verkætlan er hædd tikin fyri, at tað einaferð í framtíðini eisini skal lata seg gera, at byggja aftanfyri tey raðhús og teir íbúðarbygningar, sum nú verða bygdir har.
Eisini segði varaborgarstjórin, at ein skúli verður bygdur sunnanfyri øki, og at ein barnagarður somuleiðis er í nánd.
Selt eftir bíðilistanum
Jónsvein Mortensen, stjóri í húsameklarafelagnum Inni, segði, at bústaðirnir verða seldir eftir bíðilistanum hjá kommununi.
– So tey, sum standa fremst á listanum kunnu rokna við at fáa eitt skriv frá kommununi fyrsta dagin, segði Jónsvein Mortensen.
Talan er um góð 200 raðhús og 76 íbúðir, og tað átti at lætt nakað um bústaðartrýstið.
Kortini dugir stjórin í Inni ikki at siga, um hetta fer at lækka um høgu húsaprísirnar í høvuðsstaðnum.
Hóast stóra byggiætlanin helst kemur óvart á fleiri, so hevur hon verið í umbúna leingi. Tað eru heili seks ár síðani, at Valbjørn Dalsgarð byrjaði at arbeiða við verkætlanini. Fyri hálvum triðja ári síðani kom Selmar Nielsen upp í leikin. Í dag byrjar jørðarbeiðið, og um árskiftið 2011/2012 er øll verkætlanin liðug.









