Vágbingar fingu ein góðan enda á vikuni, tá ein lítil grind í morgun legði beinini í bygdini, ið taldi 30 grindahvalir og 12 springarar.
Jaspur Vang, sýslumaður í Suðuroynni, upplýsir fyri Miðlahúsinum, at avgerð er nú tikin um, at tað verður bygdafólkið, ið fær ágóðan av grindini.
- Talan var ikki um eina stóra grind, men hon verður skift til Vágs bygd, sigur Jaspur Vang.
Enn er ikki greitt nær seðlarnir koma.
Grindin varð funnin í Vágsfirði klokkan tíggju minuttir í sjey í morgun, og longu klokkan átta hevði hon lagt beinini.