Bygdatalvið um ólavsøkupláss hongur

Stríðið ímillum NSÍ og KÍ um, hvørt av hesum feløgunum skal spæla á Tórsvølli ólavsøkudag, er púra opið, eftir at stórt drama í Klaksvík endaði remis


 

Løgmanssteyp

 

Hóast talan bara var um fyrru hálvfinaluna, og tað harvið kundi hugsast, at høvuðssetningurin bæði hjá KÍ og NSÍ fór at verða taktiskt at telva seg í eina góða støðu undan Kristi himmalferðardegi, so var tað rættuliga dramatiskt, tá KÍ og NSÍ brustu saman í Klaksvík.

Málmøguleikarnir vóru nógvir, liðini fingu eitt mál í part, tveir spælarar hjá NSÍ vórðu vístir av vøllinum, og annað vikuskiftið upp í slag misnýtti Harley Bertholdsen brotsspark fyri heimaliðið.

 

Gylta NSÍ umfarið

Mótsatt landskappingardystinum ímóti B68, so var hugburðurin hjá NSÍ sera konstruktivur. Sum í landskappingardystunum og steypadystunum ímóti KÍ í fjør, so var útgangsstøðan hjá NSÍ at spæla fótbólt við denti á at spæla. Christian Høgni Jacobsen, sum Andrass Jacobsen mesta partin av tíðini hevði í stuttum tjóðri, var einsamallur á toppinum. Ian Højgaard var sera framrættaður miðvallari, og aftanfyri hann vóru í 1. hálvleiki Dánial Hansen og Brynjolvur Nielsen góðir.

Nett sum í fjør, so vóru tað síðuspælararnir, ið vóru vápnið, ið skuldi gera av við klaksvíkingar. Gert Langgaard í høgru og Jónstein Petersen í vinstru vóru skjótir, teir vóru ofta spældir í røttu løtuni, og teir vóru sera vandamiklir.

í fyrra umfarinum hevði NSÍ yvirtakið nógv størsta partin av tíðini, og tað hevði einki forgjørt verið í tí, um teir høvdu verið frammanfyri við meiri enn tí eina málinum, sum teir fingu, tá átjan minuttir vóru farnir.

Eftir trý tøtt horna kom málið. Við nærra stólpan stútaði Christian Høgni Jacobsen umvegis høvdið á einum klaksvíkingi og í kassan.

 

KÍ svaraði aftur

At heimaliðið hevði var so nógv undir trýsti hevði við sær, at Tomislav Sivic eftir steðgin valdi at skifta frá 4?3?3 og til 3?4?3. Hann tók seg sjálvan av vøllinum og setti Ova Nysted í álopið. NSÍ misti takið, tá síðuspælararnir ikki høvdu meiri orku at renna longu teinarnar, og tað hevði við sær, at Christian Høgni gjørdist rættuliga einsamallur.

Trýstið á NSÍ verjuna bara vaks, og tað var ikki annað, enn tað kundi roknast við, tá Hjalgrím Elttør, sum var sera væl upplagdur í KÍ álopinum, úr stuttari fjarstøðu eftir trunkaspæl bankaði bóltin upp í nettakið aftanfyri Jens Martin Knudsen. Í sambandi við málið noyddist Ove Nysted at taka seg aftur við knæskaða, og so varð Eyðun Klakstein settur í álopsplássið í høgru.

KÍ hevði fleiri aðrar møguleikar, men teir fingu einki mál. Hin størsta fingu teir við brotssparki. Sjúrður Jacobsen vardi við arminum á málstrikuni og varð vístur av vøllinum. Harley Bertholdsen, sum misnýtti ímóti HB, tók aftur ábyrgdina á seg, men hesa ferð sendi hann í tvørtræið og upp um málið.

At klaksvíkingar vóru fleiri á vøllinum hevði við sær, at teir kundu leggja eyka trýst á. Jens Martin Knudsen var í essinum og hevði rættuligt tak á brotsteiginum. KÍ fekk uppaftur betri treytir, tá eisini Ian Højgaard varð rikin av vøllinum, men klaksvíkingar megnaðu ikki at syrgja fyri betri útgangsstøðu Kristi himmalferðardag enn 1?1.

NSÍ legan var ikki væl nøgd við reyða kortið hjá Iani Højgaard, sum tók beinini undan Allani Joensen, tá hesin við nógvari ferð var farin frá mótstøðumanninum. At Ian Højgaard mundi kenna seg harman var einki at undrast á, tí hann hevði fleiri ferðir verið fyri ógvusligum samanbrestum í nærdystum, og ta einu ferðina lá hann eina fitta løtu.

Men NSÍ reið stormin av við níggju monnum, og um einki mál kemur í dystinum í Runavík, so verður tað NSÍ, sum sleppur at spæla á Tórsvølli ólavsøkudag.

 

KÍ-NSÍ 1-1 (0-1)

0-1: Christian Høgni Jacobsen

1-1: Hjalgrím Elttør

 

KÍ: Meinhard Joensen ? Andrass Jacobsen, Jan Andreasen, Allan Joensen? Harley Bertholdsen, Jan Joensen, Fríðin Ziskason, Tomislav Sivic, Niclas Niclasen ? Alexander Djordjevic, Hjalgrím Elttør

NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Rúni Rasmussen, Arnfinn Langgaard, Djóni N. Joensen, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Dánial Hansen, Ian Højgaard, Brynjolvur Nielsen, Jónstein Petersen ? Christian Høgni Jacobsen