Allar 40 kommunurnar í Føroya Kommunufelag viðgjørdu mikudagin broytingarnar í kommunulógini og gjørdu tilmæli.
Jógvan K. Mørkøre, formaður í Føroya Kommunufelag sigur, at m.a. var á skránni, at kommunurnar skulu hava størri málsøki at umsita. Aðrar nýggjar greinar í lógini eru t.d luttøka í vinnulívinum, kommunalt samstarv og loft á lántøkum.
Kommunufelagið skal ummæla lógaruppskotið og handa landsstýrinum hetta innan 1. februar.
Borgarstjórar fulla tíð
Ein grein í nýggju lógini sigur, at bygdarráðsformenn fara í søguna. Ístaðin koma borgarstjórar, ið hava hetta sum starv fulla tíð. Teir skulu so siga sítt borgarliga starv frá sær.
Hesum tók kommunufelagið ikki undir við.
- Tað varð hildið, at hetta bar ikki til. Eingin tvungin kommunusamanlegging verður og tað ber ikki til at krevja, at ein bygdarráðsformaður skal vera løntur fulla tíð og siga størv frá sær. Heldur ikki ber tað til peningaliga í lítlari kommunu, tí tað er ov dýrt, sigur Jógvan K. Mørkøre.
- Tað er ásett í kommunulógini, at tað er borgaraskylda at vera valdur í kommunustýrið og borgaraskylda at taka við sum formaður. Samstundis kann ikki krevjast av einum, at hann sigur starv frá sær við vanda fyri, at hann ikki kann nýtast aftur í arbeiði. Vit skjóta upp, at kommunustýrini sjálvi taka støðu til hetta, um tey meta tørvin vera til staðar, sigur Jógvan K. Mørkøre.
Arbeiðsgevarar førdu fram, at farloyvi neyvan koma upp á tal, tí ikki er óvanligt, at arbeiðsgevarar gera íløgur í starvsfólk, skúla tey, um teir meta, at tey hava hug at halda fram í starvinum. Um tey so verða vald stutt eftir, so hongur ikki saman.
Færri limir
At seta loft á lántøkur hevði eingin nakað ímóti á fundinum í Føroya Kommunufelag.
- Men í lógini stendur, at tal á bygdarráðslimum kann vera millum 7 og 17. Her hildi vit, at eitt lægri tal enn 7 hevði verið betri hóskandi. Í kommunum við upp til 1500 íbúgvum mettu vit, at hóskandi er at hava 3 til 9 limir á bygdarráðnum, sigur Jógvan K. Mørkøre.
Luttøka í vinnulívinum
- Nú er sett sum lógargrein, at kommunur ikki skulu hava virknan leiklut í vinnulívinum ella vinnuligum endamálum, uttan í serstøkum førum. Serstøk føri merkir t.d. ikki, at kommunan kann bjarga arbeiðsplássum ella skapa arbeiðspláss. Eftir lógini er tað nærum ongantíð. Kanska, um vandi er fyri, at kommunan doyr út. Men tyngdin, próvgrundin liggur hjá kommununi fyri, at hon kann gera hetta. Vit høvdu ikki nógv at viðmerkja, tí lógargreinin er rættiliga opin og vit meta, at hon stendur og fellur við, hvussu er við kommunala eftirlitinum, hvør siðvenjan verður, sigur Jógvan K. Mørkøre, formaður í Føroya Kommunufelag