Hesi næstu trý hóskvøldini verður stuttligt tiltak í Løkshøll í Runavík við spurnarkapping ímillum bygdirnar á teininum av Skipanesi til Æðuvíkar. Fyrsta umfarið verður í Løkshøll skírishóskvøld kl. 20. Endamálið er at samansjóða fólkið í økinum, men ætlanin er eisini at hita upp til kappingarárið í fótbólti.
Men ætlanin er eisini at fáa nøkur oyru í kassan hjá NSÍ.
Tær átta bygdirnar av Skipanesi til Æðuvíkar hava hvør sítt lið, mannað við tveimum undirhaldandi og vitandi fólkum. Liðini kappast í tveimum umfrum, áðrenn tann stóra finalan verður 5. mai.
Flestu spurningarnir eru lokalir men onkrir serligir kapping fer eisini at seta sín dám á
Samstundis verður Løkshøll eisini karmur um eina framsýning um søguna og virksemið hjá NSÍ. Tónleikur og ymiskt annað er eisini á skránni.