Bygdaleiðir koyra ikki í dag

Ferðslusamskiparin hjá Strandfaraskipum Landsins heldur, at tað bara hevði skapt forvirring, um Bygdaleiðir fóru at koyra í einar tveir tímar í dag - og so góvust aftur. - Einastu bussar, sum hava koyrt í dag, er flogrutan úr Havn klokkan 9.15 í morgun og úr Vágum í sambandi við flogførini klokkan 10.05 og 10.45.

Tað sigur Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari á Strandfaraskipum Landsins.

Hóast ein skái er í veðrinum beint í løtuni, fara Bygdaleiðir ikki at koyra í dag.

Ferðslusamskiparin hjá SL heldur, at tað bara hevði skapt forvirring, um bussarnir fóru at koyra í einar tveir tímar ? og so gevast aftur, nú veðurvánirnar fyri seinnapartin og næstu nátt eru so vánaligar.

- Vit hava tí gjørt av, at Bygdaleiðir als ikki fara at koyra í dag. Vit hava ikki koyrt børn í skúla og fólk til arbeiðis, og tí vænti eg, at nógv sita heima við hús ein dag sum hendan, nú øll útlit eru til, at hann øtlar veðrið aftur, sum dagurin gonur, sigur hann.

Sambært ferðaætlanini við skipum og bussum hjá Strandfaraskipum Landsins og Bygdaleiðum fara tær fyrstu ruturnar í gongd stundisliga í morgin, men Jens Petur Brattalíð heldur, at fólk longu nú kunnu fyrireika seg upp á, at avlýsingar eisini verða í morgin.

- Enn kunnu vit einki siga við vissu, men fólk, sum ætla sær av húsum tíðliga í morgin við Bygdaleiðum ella við strandfaraskipum, kunnu vænta, at avlýsingar verða, sigur ferðslusamskiparin.

Portalurin fer at venda aftur til umstøðurnar fyri koyring og sigling, sum dagurin gongur, tó at greitt er, at Bygdaleiðir ikki fara at koyra í dag.