Býflugustingur kann hjálpa ímóti slitgikt

Tey, sum eru stungin av býflugu, hava neyvan hug at royna tað eina ferð afturat, men nú bendir okkurt á, at stingurin kann vera gagnligur.

Tað er ein suðurkoreonsk heilivágfyritøka, sum sigur seg hava góðar royndir við heilivági, sum er gjørdur úr evni úr broddinum hjá býflugu, og at heilivágurin kann hjálpa teimum, sum hava slitgikt. 

 

Slitgikt er ein tann mest vanliga sjúkan, sum mannaættin hevur at stríðast við, og tey, sum fáast við at gera náttúruheilivág, hava leingi brúkt býflugur til at linna pínuna hjá fólki við slitgikt.

 

Nú hevur ein heilivágfyritøka í Suðurkorea gjørt heilivág burtur úr eitrinum hjá býflugum, og fyritøkan hevur nú søkt um loyvi at selja heilivágin í USA. Teir amerikonsku heilsumyndugleikarnir eru nú í ferð við at royna heilivágin, og fyribils eru útlitini góð.

 

Sagt verður, at giktsjúklingar vóna, at heilivágurin kemur á marknaðin sum skjótast.