Býarskái í Runavík

Býarskáin, er stóra heysttiltakið í Runavík. Skipað verður fyri einum longum vikuskifti, soleiðis at fólk kunnu keypa jólagávurnar í góðari tíð fyri tilboðsprísir, eta góðan mat og uppliva ymisk pop-up tiltøk

Handilslívið setur hol jólasøluna við eini ørgrynnu av tilboðum, kappingum og undirhaldi. Afturat jólasøluni í ymsu handlunum ber eisini til at taka eina jólamynd inni á Visit Runavík, eta lekkran mat á Street Food økinum, hoyra søgur á Bókasavninum, síggja listaframsýning í Gulu Smiðju, fara til stand-up, bókaprát og konsert í Løkshøll og uppliva pop-up marknaðin í gamla býráðssalinum.

 

Handlarnir hava opið frá kl.10:00 til miðnátt leygarkvøldið 2. november og frá kl.14:00 til kl. 20:00 sunnukvøldið 3. november.