Skjótt fer Havnin at fáa sítt egna býarsavn, men tað verður ikki sum eitt kommunalt tiltak, tí tað eru privatpersónar, ið standa aftanfyri.
Sigur tú býarsavn í Havn, sleppur tú ikki undan eisini at siga Birgar Johannessen, og hann er eisini maðurin, ið hevur tikið stig til savnið, ið enntá hevur fingið høli at húsast í.
Hann hevur fingið høli til vega, har Tórs Cafeteria helt til, og har verður longu í dag farið í gongd við at gera klárt.
- Ætlanin er, at nýggja býarsavnið letur alment upp 1. juni, sigur Birgar Johannessen.
Hann greiddi í dag frá í Rás 2. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna.










