Í næstu viku koma leikstjórin, Geir Henning Hopland, og rithøvundurin Johan Harstad til Føroyar at kanna umstøðurnar, í sambandi við at skaldsøgan hjá Harstad, "Buzz Aldrin, hvor ble det af deg i alt mylderet" nú verður gjørd til sjónvarpsrøð.
Føroyskar leikarar
Eins og í bókini, er ætlanin at stórur partur av sjónvarpsrøðini skal ganga fyri seg í Føroyum. Í bókini spælir eitt nú ein niðurlagdur virkisbygningur í Gjógv ein týðandi leiklut, sum karmur um fleiri av lagnunum í skaldsøguni. Tey, ið hava lisið bókina, minnast ivaleyst, at tíðin í hesum bygninginum, ið verður brúktur sum heim til sálarsjúk, fær ein avgerandi týdning fyri lívið og framtíðina hjá høvuðspersóninum Mattias. Leikstjórin Geir Henning Hopland váttar, at ætlanin er, at eisini í sjónvarpsrøðini skal hesin parturin av søguni fara fram í Gjógv, har hann og høvundurin fara at royna at finna ein hóskandi bygning.
Endamálið við vitjanini í Føroyum er eisini at koma í samband við føroyskar sjónleikarar. Fleiri av mest týðandi persónunum í bókini eru nevniliga føroyingar, og skulu hesir eisini leikast av føroyskum sjónleikarum.
Føroyar sum sinnisstøða
Søgan í bókini snarar kring kreppulíknandi sálarstøðuna hjá Mattias, sum kennir tað sum er hann í onkrum slag av ongamannalandi. Sjálvur samanlíknar hann seg helst við amerikanska rúmdarmannin, Buzz Aldrin, ið var næsti maður á mánanum eftir Neil Armstrong. Tí minnast fólk flest heldur ikki nakað serligt til Buzz Aldrin frá hendingini. Hann gjørdist tann ævigi nummar tvey, sum meir ella minni fór í gloymskuna.
Og soleiðis vil Mattias eisini helst liva – sum ein, ið ongin varnast ella minnist. Tí passar tað honum fínt at vera endaður í Føroyum, har landslagið minnir hann mest um eitt oyði mánalendið, har lítið og onki hendir.
Tí kemur føroyska landslagið eisini at hava ein avgerandi leiklut í sjónvarpsrøðini, sigur leikstjórin, Geir Henning Hopland, sum vónar, at upptøkurnar kunnu byrja í heyst.
Í NRK
Sum sjónvarpsrøð verður ”Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i alt mylderet” skipað í fýra pørtum, sum hvør varir 55 minuttir.
Avtalað er gjørd við norska sjónvarpið NRK, sum fer at senda røðina í 2010, men leikstjórin dylur ikki yvir, at hann vónar, at føroyska sjónvarpið eisini fer at senda røðina.
Kostnaðarætlanin fyri røðina er 28 milliónir norskar krónir.