Níggju fólk doyðu, tá tvey tok og ein bussur stoyttu saman beint uttan fyri argentinska høvuðsstaðin Buenos Aires í dag. Myndugleikarnir siga, at fyrst stoyttu ein bussur og eitt tok saman. Stoyturin var so mikið harður, at tokið fór av breytini og yvir til eina aðra breyt, har eitt annað tok rendi á tað.
Bjargingartænastan sigur, at meiri enn 100 fólk fingu skaða og vórðu flutt á sjúkrahús.
Vanlukkan hendi klokkan sjey um morgunin lokala tíð, og bussurin og tokini vóru full av fólki, sum vóru á veg til arbeiðis. Sambært teimum fyrstu tíðindunum hendi vanlukkan, tí at bussførarin varnaðist ikki, at steðgiljósið við jarnbreytina lýsti.