Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu greiðir frá, at tá fólk koma til Haldarsvíkar síggja tey á einum skelti, hvussu nógvir tøkir parkeringsbásar eru í Tjørnuvík – eins og í parkeringskjallaranum í SMS.
– Tú kanst kortini koyra til bygdina, tí eingin steðgar tær, men tú fært bara ikki parkerað. Men tú fært høvi at koyra við bussi til bygdina, sum koyrir úr Haldórsvík 20. hvønn minutt, sigur Jógvan Kruse.
Hann sigur, at tað er serliga trupulleikar góðveðursdagar, tí tá leita nógv fólk sær til Tjørnuvíkar.
##med2##
Talan er um eina royndarskipan í tveir mánaðir í summar.
Átøkini verða síðani eftirmett, og tá verður avgerð tikin um, hvussu ferðafólkaferðslan eigur at skipast framyvir. Somuleiðis verða royndirnar frá hesi skipan brúktar til at meta um slík skipan kann setast í verk aðrastaðni í landinum.
##med3##
##med4##