Í gjárkvøldið um midnáttarleitið fór ein bussur í Trongisvági av vegnum. Bussurin var ávegis úr Hvalba til Trongisvágs, tá ið óheppið hendi.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at eingin fólkaskaði var. Bussurin var tómur og einans sjaførurin var í bilinum.
Bussurin fór á liðina og liggur nú við síðunar av vegnum í Trongisvági. Vakthavandi sigur, at bussurin verður tikin upp í seinni í dag.