Bussleiðin í Havn koyrir ikki

Hesin saltbilurin hjá Tórshavnar kommunu koyrdi seg fastan á Villingadalsvegnum, tá hann royndi at koyra uttan um ein bil, sum stóð fastur í kavanum.

Tórshavnar kommuna boðar frá, at vegna veður koyrir Bussleiðin ikki í morgun

 

– Ringa veðrið og nógvi kavin hevur við sær, at Bussleiðin hjá Tórshavnar kommunu ikki koyrir í morgun, skrivar Tórshavnar kommuna.

 

Kavaruddararnir hjá kommuni arbeiða av øllum alvi at rudda vegirnar, og sum skilst ætlar Bussleiðin at royna at koyra klokkan 9. Tað er serliga í útjaðaranum á býnum, at ikki er koyrandi. Ein saltbilur hjá kommununi koyrdi seg fastan ovarlaga á Villingadalsvegnum.

 

##med2##

 

Fyrst verða vegirnir, har Bussleiðin koyrir, ruddaðar. Avbjóðingin verður hjá fólki á síðuvegum, har sera nógv kavi og stórar fannir liggja og forða ferðsluni – og kavin er vátur og tungur at grava, hjá teimum, sum hætta sær út við spakanum.

 

##med3##

 

Hesin saltbilurin hjá Tórshavnar kommunu koyrdi seg fastan á Villingadalsvegnum, tá hann royndi at koyra uttan um ein bil, sum stóð fastur í kavanum.