Bush útsetir afturtøku úr Irak

Eftir áheitan frá sínum herovastum hevur George W. Bush, forseti, gjørt av at útseta afturtøkuna úr Irak Ovastin fyri teimum amerikonsku hermonnunum í Irak, generalurin David Petraeus, hevur biðið George W. Bush, forseta útseta ta ætlaðu afturtøkuna úr Irak, og hesum hevur forsetin játtað.

David Petraeus hevur skotið upp, at nakrir hermenn verða tiknir heim hetta til juli, men so verður steðgur í 45 dagar, meðan umstøðurnar verða kannaðar.

Sambært AP hevur forsetin sagt generalinum, at herurin fær ta tíð í Irak, sum er neyðug. Demokratarnir í USA leggja forsetan undir at útseta allar truplar avgerðir til aftan á forsetavalið, so eftirmaðurin noyðist taka tær fyri hann.